Ítróttur

Oddabrak í Kollafirði mikukvøldið

...

2014-02-25 20:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Mikukvøldið kl. 19 hittast oddaliðini í Atlantic Airways-deildini í Kollafirði. Sum er liggja KÍF og VÍF best fyri at koma í finaluna í AA-kappingini, men tey hava hóttan frá StÍf og Kyndli, tí koma bæði liðini at gera alt fyri at fáa bæði stigini burtur úr dystinum í morgin.

Støðan í løtuni er, at KÍF hevur 25 stig fyri 17 dystir og VÍF hevur 24 stig fyri 18 dystir.

Einki er at ivast í, at tað verður ein tættur og spennandi dystur - við fullari høll av viðhaldsfólki úr bæði Kollafirði og Vestmanna.

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1KÍF174964168025
2VÍF185494856424
3StÍF17457467-1018
4Kyndil17439447-817
5H71174524401216
6Neistin17449483-3414
7Team Klaksvík17447551-1046

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder