Ítróttur

Oddabrak á Giljanesi í kvøld

...

2016-03-16 10:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er alvorligur spenningur í oddastríðnum í EIK ligaini hjá kvinnum. Trý lið kempa fyri finaluplássunum, og hava hesi eftir at møtast, nú bert 2 leikumfør eru eftir, so alt kann henda.

SÍ liggur í løtuni á fyrsta plássið við 42 stigum og manglar bert eitt leikumfar, ið er ímóti Fleyr.


Fleyr liggur á 2. plássið við 40 stigum, og hevur eftir at møta bæði SÍ og Drátt nú síðstu leikumførini nærkast.


Dráttur liggur á 3 plássið við 39 stigum, og hevur Fleyr og TB, ið liggurá 4 plássi við 25 stigum, eftir hesi síðstu leikumførini.

Í kvøld kl.18 í høllini á Giljanesi bresta Dráttur og Fleyr saman.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder