2016-08-28 13:59
Ferðamannaskipið Ocean Majesty kom á Havnina fyri einum góðum tíma síðani, tað er komi henda vegin eftir at hava verið í Íslandi.
Ocean Majesty var tikin í sigling fyri 50 árum síðani. Skipið er 135 metrar langt og 16 metrar breitt. Ocean Majesty tekur vanliga 535 ferðafólk, men hevur tó pláss fyri 621 ferðafólkum. Manningin telur 257 fólk.
Skipið er heimahoyrandi í Portugal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald