JN

Ocean Endeavour er komin á Havnina

...

2016-05-20 10:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nógv ferðamannaskip hava vitja á Havnini seinastu dagarnar. Mánadagin var Ocean Diamond á vitjan, og í gjár kom Hebridean Sky á Havnina, Hebridean Sky liggur á Havnini enn. Fyri lítlari løtu síðani kom Ocean Endeavour innum Molan.

Ocean Endeavour er komi úr Lerwick í Hetlandi. Skipið var tikið í sigling í 1982. Ocean Endeavour er 138 metrar langt, og er 21 metrar breitt. Tað er pláss fyri 450 ferðafólkum, og manningin telur gott 100 fólk.

Sí eisini:

Myndir av Hebridean Sky

Myndir av Ocean Diamond

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder