2016-05-16 13:52

Ferðamannaskipið Ocean Diamond kom tíðliga í morgun á Havnina. Skipið hevur verið í Lerwick áðrenn tað kom her.
Tað er bygd á skipasmiðuni í Kristiansand í Norra í 1974, og tað er umbygt í 1986, tað er í løtuni heimahoyrandi á Bahamas. Tað er pláss fyri 189 ferðafólkum umborð.
Myndamaðurin hjá JN.fo tók nakrar myndir av skipinum í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald