Ítróttur

O7Vestur vann Fustal í bólkinum U16

...

2016-02-07 01:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

FM í Fustal hevur í dag verið í høllini á Eiði. Í bólkinum U16 vann 07Vestur.

Í dag gjørdist greitt at Dreingir 16 hjá 07 Vestur kunnu kalla seg Føroyameistarar í Futsal. FM finalu-umfar hevur júst verið á Eiði, har sigursharrarnir gjørdust okkara dreingir við fullum stigatalið. Fantastiska flott - hjartaliga tillukku!


Dreingirnir spældu seg annars víðari úr einum sera hørðum hálvfinalubólkið, serliga í kapping við B36 a og TB. Okkara dreingir drógu tó longra stráði og vunnu bólkin, framman fyri B36 a.

Júst B36 a skuldi eisini vísa seg at vera argasti kappingarneytin í finaluni í dag. Eftir at okkara fyrst vunnu ein sera harðan dyst 2-1 móti KÍ a, vunnu teir stórt móti HB a, 4-0. Sísti dysturin skuldi so standa móti B36 a, ið eisini høvdu vunnið báðar fyrru dystirnar. Okkara høvdu betri málmun, og kundu tí klára tað við javnleiki.

??rslitið av "finaluni" í finaluumfarinum gjørdist tó, at vit vunnu 1-0, hóast vit fingu ein leikara útvístan í 2 minuttir. Sera, sera flott.

Tískil kunnu 07 Vestur dreingir U16 kalla seg føroyameistarar, tað skrivar 07Vestur á heimasíðu síni.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder