JN

?? hevur gjørt samstarvsavtalu við Vodafone

...

2015-03-11 02:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

?? hevur gjørt samstarvsavtalu við Vodafone, sum m.a. hevur við sær, at lesandi við lestrarkorti fáa avsláttur uppá fartelefonhald.

- Vit fegnast um samstarvið, tí vit vilja sjálvandi vera við til at menna lestrarumhvørvið í Føroyum, sigur Suni Justinussen, sølu- og marknaðarstjóri fyri Vodafone.

- Við avtaluni fáa lesandi við lestrarkorti atgongd til spildurnýggja Vodafone Red Ung haldið, sum annars er avmarkað til ung 18 ár og yngri. Við nýggja haldinum spara lesandi 35% í mun til núverandi RED hald.

RED Ung inniheldur fría talu, frí SMS og 300 MB fyri kr. 229-, um mánaðin.

- Hetta er fantastiskt. Vit hava seinastu árini arbeitt miðvíst við at betra um lestrarumhvørvið, so eingin ivi er um, at hetta er enn eitt positivt stig á leiðini, sigur Hanus Samró, stjóri í ??.

- ??t við 50% av teimum, ið nema sær útbúgving í Føroyum, hava lestrarkort. Tað eru alsamt fleiri, ið taka sína útbúgving í Føroyum, so tað hevur alstóran týdning, at vit saman við Vodafone kunnu vera við til at veita teimum enn fleiri tilboð og tænastur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder