Teir seinastu dagarnar hava tey føroysku svartkjaftaskipini selt veiðuna uttanfyri Føroyar, vit hava kannað málið eitt sindur og hava her onkrar frágreiðingar hvat menn halda er orsøkin.
Í farnu viku landaði Christian í Grótinum 2.500 tons í Íslandi, í morgin landar Høgaberg 2.000 tons í Skagen og Fagraberg siglir til Norra við 3.000 tonsum, sum teir skulu landa í Karmøy.
Vit hava tosað vir framstandandi fólk í vinnuni, sum hava sínar metingar um hví prísurin í Føroyum ikki fylgir við.
1. Onkur heldur, at tað at Nergård A/S í Norra júst nú (t.v.s. í 2016) hava tikið eitt nýtt uppisjóarvirkið í brúk, tað kann verða ein orsøk, kappingin um svartkjaftin er vorðin størri, eisini vilja teir verandi aktørarnir á økinum á hendan hátt geva nýggja virkinum eina trupla byrjan.
2. Onkur heldur, at Havsbrún hevur fingið nokk av svartkjafti í ár til fóðurframleiðsluna, teir vilja tí ikki spæla við í prískappingini.
3. Fleiri halda, at við tað at Havsbrún ikki fer at taka ímóti svartkjafti og at svartkjafturin tí verður landaður aðrastaðni, tað fer at viðføra, at politiskaskipanin fer at blanda seg uppí, og krevja at svartkjafturin verður landaður í Føroyum og so er ein vinnari -
Men givið er at føroyska samfelagið missir nógvan pening, við at svartkjafturin ikki kemur til høldar her - Hugsa vit um íslendingarnar, sum fiskaðu sína svartkjaftakvotu í januar og februar í føroyskum sjógvi, so fór hvør einasti stertur til virkir í Íslandi, hvørt tað er við lóg ella ikki, tað vita vit ikki, men tað gav í øllum føri nógv arbeiði í Íslandi.
Les eisini HER.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald