2016-12-28 10:01
P/f Framherji í Fuglafirði hevur keypt skipið Torbas frá A/S Torbas í Norra.
Vit hava í morgun fingið tíðindini váttað frá reiðaríðnum.
Torbas kemur í føroyska flotan fyri skipið Høgaberg, Framherji eigur umframt Høgaberg eisini uppsjóvarskipið Fagraberg - frystitrolaran Akraberg og línuskipini Skørina, Stapan, Mascot og Sigmund.
Frá reiðaríðnum verður sagt, at teir fara yvir til Norra 2. januar eftir skipinum og rokna við, at verða í Føroyum 1. vikuna í januar.
Torbas er 2 ára gamalt skip, sum kostaði uml. 200 milliónir at byggja, skipið lastar 2.050 tons.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald