Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur valt nýtt stýri fyri Kringvarp Føroya, sum tekur við 1. januar 2015.
Stýrislimir:
Rúni Heinesen, formaður, akademiverkfrøðingur ??? eftir avgerð landsstýrismansins
Hjalmar Hansen, næstformaður, cand.merc.jur. ??? eftir tilmæli frá politisku flokkunum (landsstýrismaðurin valt limin til næstformann)
Gunvá við Keldu, grafonom ??? eftir tilmæli frá politisku flokkunum
Aibritt á Plógv, løgfrøðingur ??? eftir avgerð landsstýrismansins
Katrin Petersen, journalistur ??? eftir tilmæli frá politisku flokkunum
Theodor E. D. Olsen, sóknarprestur - eftir tilmæli frá politisku flokkunum
Kári Sólstein, miðlafólk ??? eftir tilmæli frá starvsfólkunum í Kringvarpi Føroya
Varalimir:
Eyðhild Skaalum, løgfrøðingur ??? eftir avgerð landsstýrismansins
Anja Rein, bankalærd ??? eftir tilmæli frá politisku flokkunum
Rói B. Poulsen, sølumaður ??? eftir tilmæli frá politisku flokkunum
Uni Næs, dómpróstur ??? eftir avgerð landsstýrismansins
Dorit Hansen, ritstjóri ??? eftir tilmæli frá politisku flokkunum
Veronika Petersen, lærari ??? eftir tilmæli frá politisku flokkunum
Carsten Arnskov, miðlatøkningur ??? eftir tilmæli frá starvsfólkunum í Kringvarpi Føroya
Stýrið tekur við 1. januar 2015 og situr í 4 ár. Rúni Heinesen heldur fram sum formaður, og Hjalmar Hansen heldur fram sum næstformaður.
Nývald í stýrinum eru Gunvá við Keldu og Aibritt á Plógv. Nýtt starvsfólkaumboð er Kári Sólstein.
Stýrið er ovasta leiðslan á kringvarpsstovninum og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini og øðrum fyriskipanum um virksemi stovnsins verða fylgdar. Stýrið setir og loysir úr starvi stjóra, sum hevur dagligu programmábyrgdina og røkir fyrisitingarligu og búskaparligu leiðsluna av Kringvarpi Føroya.
Kelda: mmr.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald