2017-08-24 08:14
Kl. gott 8 í morgun stevndi skipið Barðið inn á Miðvág, Tað er felagið Barðið Vágar, sum eigur skipið, sum er sett í stand uttanlanda, skipið er umbygt frá trolara til línuskip, tað hevur ikki fiskiloyvi í føroyskum sjógvi sum nú er, men vit skilja, at ætlanin er at tað skal til Grønlands.
Barðið er fyrrverandi Gullberg, sum tá var heimahoyrandi í Vestmanna, tað er bygt í 1976.
Vit tóku nógvar myndir í morgun.
Teyggjan.fo hevur hesar upplýsingar um skipið.
Skipaupplýsingar
| Skipanavn | BARID |
| Skrásetingarnr | FO-000059 |
| Havnakenningarnr. | VA 444 |
| Kallimerki | OW2418 |
| MMSI | 231235000 |
| Heimstaður | Miðvágur |
| Skrá | Føroya Skipaskráseting |
| Status | Í gildi |
| Slag | Fiskiskip |
| Eigari | Sp/f Barid Vágar, Føroyar |
| Aðrar upplýsingar |
| IMO nummar | 9099212 |
| Byggiár / skipasmiðja | 1976 / Forges Caloin S.A. |
| Skrásett fyrstu ferð | 28-11-1986 |
| Byggitilfar | Stál |
| Bruttotons | 135,70 |
| Nettotons | 40,70 |
| Bruttoregistartons | Einki ásett |
| Nettoregistartons | Einki ásett |
| Longd | 21,380 metrar |
| Breidd | 6,000 metrar |
| Dýpd | 3,000 metrar |
| Longd yviralt (LOA) | 23,600 metrar |
| Motorslag | Mitsubishi |
| Motortypur | einki ásett |
| Motororka | 353,00 KW |
| Fiskiloyvi |
Skipið hevur einki góðkent fiskiloyvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald