Vinna

Nýtt ráðgevingarfelag

...

2017-01-30 20:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv

John Rajani og Klaus Rasmussen hava saman stovnað felagið Rajani/Rasmussen, hvørs endamál er at bjóða dygdargóða og óhefta ráðgevingtil virkir og virkiseigarar.

???Vit fara at arbeiða við ráðgeving innan virkismenning og ráðgeving í strategi og leiðslu: Betri góðskustýring, betri organisering, betri sølu og betri marknaðarføring??? sigur John Rajani annar av stovnarunum.

??tlanin er at Rajani/Rasmussen seinni í 2017 eisini skal ráðgeva í sambandi við t.d.: sølu av fyritøkum, keyp av fyritøkum, samanlegging av fyritøkum, veitan av kapitali umframt aðra fíggjarliga og strategiska ráðgeving.

Klaus Rasmussen sigur: ???Vit viðurkenna at eingin fyritøka ella virkishandil er eins og at eitt keyp ella ein søla av eini fyritøku ofta er ein hin týdningamesta vinnuliga og fíggjarliga avgerðin, ið verður tikin. Okkara mál verður at ráðgeva fyritøkum effektivt, har vit vísa teimun teirra strategisku møguleikar og hjálpa fyritøkunum at íverkseta og fremja tað bestu loysnina.???

Stovnarar av Rajani/Rasmussen eru:

John Rajani, stjóri

John er útbúgvin MBA og B.Sc. (EBA), er fyrrverandi bankastjóri, vinnulívsstjóri og stjóri fyri Corporate Finance deildini í BankNordik. John hevur eisini verið deildarstjóri og løgmansritari á Løgmansskrivstovuni og Sendimaður Føroya í Stórabretlandi, eins og stjóri fyri Studna og deildarstjóri í Mentamálaráðnum. John byrjaði sína starvsleið sum stjórnarskrivari og fyrisitingarleiðari í Faroe Seafood.

10 ára royndir úr fíggjarvinnuni, 10 ára royndir úr miðfyrisitingini og uttanríkistænastu og 3 ára royndir innan fiskasølu. John hevur sera drúgvar leiðsluroyndir og hevur ráðgivið í sambandi við fleiri stórar virkishandlar bæði í Føroyum og uttanlanda.

Klaus Rasmussen, nevndarformaður

Klaus er Statsaut. revisor, Cand. Merc. Aud., Cand. Polit, er fyrrverandi stjóri fyri Føroya størstu grannskoðarafyritøku Rasmussen & Weihe. Seinastu árini hevur Klaus verðið sera virkin í vinnulívið m.a. sum nevndarformaður i fleri størri føroyskum og útlendskum feløgum.

Klaus hevur meir enn 30 ára royndir sum grannskoðari og ráðgevi og hevur somuleiðis drúgvar royndir sum ráðgevi í sambandi við t.d. virkishandlar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder