FSF: Fótbóltssamband Føroya hevur givið út blað um kappingarárið 2016. Blaðið fæst ókeypis í øllum FAST-handlunum og EFFO-støðunum kring landið.
Í síðstu viku kom Fótbóltsblaðið 2016 á gøtuna. Talan er um ókeypis blað á 72 síður, sum Fótbóltssamband Føroya gevur út í sambandi við kappingarárið, sum seinasta vikuskifti fór av bakkastokki.
Í blaðnum eru samrøður við spælarar og venjarar fyri øll liðini EFFO-deildini, umframt at John Petersen og miðlarnir meta um, hvat vit kunnu vænta okkum av kappingini í fremstu deildini hjá monnum í ár.
Í Fótbóltsblaðnum 2016 verður kikarin eisini settur á hini átta feløgini, har fremsta lið felagsins spælir í 1. ella 2. deild. Í blaðnum verður eisini varpað ljós á ungdómslandsliðini, kvinnufótbólt og dómararnar, ið alt er ein stórur og týðandi partur av FSF og føroyskum fótbólti.
Har afturat hevur ein av legendunum í føroyskum fótbólti seinastu nógvu árini skrivað eina "klummu" í blaðnum.
Fótbóltsblaðið 2016 fæst ókeypis í øllum FAST-handlunum og EFFO-støðunum kring landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald