Ítróttur

Nýtt fótbóltsblað er komið

...

2015-02-27 15:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Fótbóltssamband Føroya hevur givið út blað um kappingarárið, sum stendur fyri framman. Blaðið er ókeypis og fæst í øllum FAST- og EFFO-støðum kring landið.

Í vikuni er nýggja blaðið "Kappingarárið 2015" komið út.

Talan er um ókeypis blað á 64 síður, sum Fótbóltssamband Føroya gevur út í sambandi við nýggja kappingarárið, ið stendur fyri framman.

Í blaðnum eru samrøður við umboð fyri øll liðini EFFO-deildini, og har afturat verður kikarin settur á hini átta feløgini, har fremsta lið felagsins er umboðað í 1. ella 2. deild. Í blaðnum kann eisini lesast um landsliðsarbeiði, dómarar og venjaraútbúgvingina, ið alt er ein stórur partur av FSF og føroyskum fótbólti.

Blaðið er sum áðurnevnt ókeypis og fæst á FAST- og EFFO-støðunum kring landið. Har afturat verður eisini møguleiki at fáa blaðið í sambandi við dystirnar í EFFO-deildini, sum verða komandi sunnudag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder