Eitt nýtt blað er komið á føroyska marknaðin. Í gjár kom ?? við nýggjum blaði, ið varpar ljós á føroyska ungdómin.
- Vit hava allatíðina arbeitt við at gjørt eitt blað, ið tekur støðu í gerandisdegnum hjá teimum ungu, sigur Hanus Samró, eigari av ??.
Í blaðnum kanst tú lesa samrøðu við Sonju Davidsen, ið starvast sum yrkismodell í Danmark. Tosað verður við Hall Hansson um tungu leiðina til Superliguna.
Sørvágsgentan Linda Viðoy er ikki sum gentur flestar. Hon hevur ongantíð tikið støðu út frá, hvørt tað er mannfólka- ella konufólkaarbeiði, men heldur um tað hevur hennara áhuga. Nú lesur hon til flogskipara. Søgan um Inga Samson er klassisk føroysk: drongurin, ið ikki tímdi at ganga í skúla, men sum 14 ára gamal fór hann til skips. Nú hevur hann skiparaútbúgving.
Ljós verður varpað á jólaborðhald, sálarfrøðingur verður spurdur, hví so nógvur ótrúskapur fer fram undir jólaborðhaldunum. Í blaðnum eru greinar um móta, myndarøðir, og bókaummælir.
Blaðið fæst í handlunum kring landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald