Havstovan skrivar: Í september í ár var Magnus Heinason á einum rannsóknartúri á djúpum vatni. Á túrinum vórðu heili 96 ymisk sløg skrásett, harav 75 teirra vóru fiskur. Eitt fiskaslag var ikki skrásett áður undir Føroyum. Hetta var eitt slag av langasporli, (Bathygadussp.) (sí mynd), men slagið er ikki endaliga staðfest enn.
Hetta er triðja árið á rað, at tílík kanning verður gjørd. Endamálið er serliga at kanna brosmu, blálongu, gulllaks, stinglaks, langasporl, trantkongafisk og svartkalva. Fyri hesi fiskasløg er skrásett longd, vekt, kyn og búningarstig, og haraftrat eru nytrur og magar tikin til nærri greiningar.
Um nøgdin í kg pr. støð verður samanborin við hini árini, so er nøgdin av kubbuta langasporli og trantkongafiski nærum óbroytt, nøgdin av blálongu og gulllaksi nakað størri, og nøgdin av brosmu, stinglaksi og svartkalva nakað minni.
Frágreiðingin frá túrinum sæst við at trýsta her.
Eins og tvey tey seinastu árini varð gýtandi gulllaksur fingin á umleið 600 metra dýpi vestan fyri Mykines.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald