Í sambandi við sólarmyrkingina skipar Kvívíkar kommuna fyri einum serligum tiltaki í í nýggja og snotiliga seyðhúsinum oman fyri bygdina. Allir borgarar eru bodnir til morgunmat fríggjadagin 20. mars frá klokkan 08.30, tá bygdarráðið eisini fer at avdúka nýtt búmerki fyri kommununa.
Yvir 40 uppskot komu inn til kappingina um nýtt búmerki til Kvívíkar kommunu, sum bygdarráðið skrivaði út herfyri. Eisini hava nakrir av hagaeigarunum fingið nýtt snotiligt seyðahús, har felagshølir eru innrættaði á loftinum.
Í hesum sambandi fer kommunan at sýna stóra og snotuliga seyðhúsið fram fyri borgarunum í kommununi og bjóða til morgunmat frá klokkan 08.30 fríggjadagin 20. mars. Sama fyrrapartin, ið sólarmyrking verður, og sum byrjar klokkan 09:40:12.
Bygdarrráðið fer undir hugnaløtuni í seyðhúsinum at nýta høvi at avdúka vinnaran av búmerkjakappingini, sum kommunan skrivaði út herfyri. Kvívíkar kommuna, sum telir umleið 580 fólk, fevnir um bygdirnar Válurin, Kvívík, Stykkið, Leynar og Skæling.
Dánjal Petur Müller, borgarstjori, ger vart við, at kommunan hevur nøkur tøk grundstykki, ið liggja væl fyri, og sum eru byggibúgvin. Í eini útstykking í Kvívík við seks grundstykkjum eru tvey tøk, og í eini í Leynum við níggju grundstykkjum eru sjey tøk. Eisini er møguleiki fyri at fáa grundstykki bæði á Válinum og á Skælingi.
Nýmótans barnagarður er bygdur í Kvívík fyri nøkrum árum síðani. Kommunan veitir trygd fyri ansingarplássi og bjóðar somuleiðis systkinafrádrátt fyri familjur, sum eiga meira enn eitt barn.
Við einum skattaprosenti á 21 prosent liggur Kvívíkar kommuna í lægra endanum yvir kommunuskatt. Barnafrádrátturin er 4.000 krónur.
Kvívíkar kommuna er í ferð við at byggjá bátahyl á Válinum, sum fær pláss fyri 60 bátum. Fyrsta byggistig, sum hevur fevnt um at demma hylin inni, verður liðugt síðst i hesum mánaðinum. Nú verður farið undir at projektera annað byggistig, ið snýr seg um bátabrúgvar og annað í hesum sambandi.
Kommunan hevur samtykt at vetrarfriða Kvívíkar bygd. Hetta er gjørt í samráð við eigararnar av ognarhaganum, sum fáa endurgjald fyri vetrarbitið. Haga- og rulluportur eru keypt, og vetrarfriðingin skal eftir ætlan koma í gildi komandi vetur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald