JN

Nýtslan av mati og drekka umleið tann sama sum fyri tíggju árum síðani

...

2015-02-10 17:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hagstovan skrivar:

Nýggju umsetningshagtølini hjá Hagstovuni vísa, at hóast nýtslan av mati og drekka er vaksin javnt og samt í virði tey síðstu nógvu árini, so er tað heldur eitt úrslit av hækkandi prísum á hesum vørum, enn av tí at nýtslan í nøgd er vaksin.

Hagstova Føroya fer nú undir at kunngera hagtøl frá MVG-uppgerðum, sum lýsa umsetningin hjá smásølum og stórhandlum, býtt á tríggjar bólkar.

Endamálið við hesum hagtølum, sum verða uppgjørd og umroknað til vísitøl fyri virði og mongd, er at geva eina vegleiðandi lýsing av nýtsluni hjá føroysku húsarhaldunum. Hesi hagtøl vera kunngjørd fýra ferðir um árið á heimasíðuni hjá Hagstovuni, umleið 30 dagar aftaná freistina fyri, nær handilsfyritøkurnar skulu lata MVG-uppgerðirnar inn.

Bólkarnir í umsetningshagtølunum eru:

  • Matur og drekka íroknað vørur til reingerð og persónliga røkt og aðrar gerandisvørur.
  • Klæðir og fótbúnaður, íroknað tilhoyr til klædnabúnan og aðrar leðurvørur.
  • Búnýti og innbúgv íroknað húsarhaldstól og tól til undirhald o.a.

Nevndu hagtøl vera uppgjørd og umroknað soleiðis at gongdin í omanfyri nevndu bólkunum verður lýst í leypandi prísum (ársins prísir) og føstum prísum (reinsað fyri prísvøkstur).

Í hesum umfari snýr viðgerðin seg um bólkin matur og drekka.

Talvan niðanfyri lýsir gongdina í umsetningi fyri bólkin matur og drekka og í talinum av smásølum og handlum, hvørs høvuðsvirksemi er at selja mat og drekka. Sum tað sæst av talvuni, er ein framhaldandi vøkstur farin fram í umsetninginum øll árini síðan 1995. Í hesum sama tíðarskeiði er talið av smásølum og handlum minka rættiliga nógv.

Umsetningurin í leypandi prísum
Umsetningurin av mati og drekka er í tíðarskeiðnum 1995???2014 vaksin rættiliga støðugt, tó undantikið tvey tíðarskeið 1995???1997 og 2004???2005, tá umsetningurin broyttist lítið. Sí myndina niðanfyri.

 

Umsetningurin í føstum prísum
Hinvegin sæst í myndini niðanfyri, ið vísir umsetning av mati og drekka í føstum prísum, at vísitalið fyri mongd (myrkabrúna strikan) vaks samanlagt frá umleið 100 í 1995 til umleið 120 í 2007. Í 2008 var eitt afturstig, og síðani hevur vísitalið fyri mongd ligið millum 110 og 114. Í 2013 og 14 hevur aftur verið ein vøkstur í mongdarvísitalinum.

 

Sum tað sæst av hesi gongdini, eru konjunkturarnir, ið hava gjørt um seg í føroyska búskapinum, eisini sjónligir í umsetningum í vørubólkinum matur og drekka. 

Um ein samanber trendtølini fyri vísitalið í leypandi prísum við trendtølini fyri vísitalið í føstum prísum, sum tað er víst í myndini omanfyri, sæst at prísvøkstur hevur verið í tíðarskeiðnum 1995???2002 og 2005???2014.

Grundarlag og uppgerðarháttur fyri hagtølunum
Datagrundarlagið fyri hesi uppgerð er umsetningurin hjá smásølum og stórhandlum, býttur á ársfjórðingar. Hesi tøl koma frá MVG-skránni hjá TAKS. Uppgerðirnar eru nær við at mynda nýtsluna hjá føroysku húsarhaldunum, men ikki heilt, tí eisini onnur enn húsarhald keypa frá hesum fyritøkunum.

Tíðarskeiðið fyri tíðarseriuna í hesi uppgerð er frá 1. ársfjórðing 1995 til 3. ársfjórðing 2014. Hagstovan hevur gjørt av at seta 1. ársfjórðing 2005 = 100.

Hagtølini eru framleidd úr MVG-uppgerðum og umfata bert fyritøkur, sum eru MVG-skrásettar í Føroyum og hava handil her. ??tlendskar fyritøkur, sum selja á netinum, eru ikki ein partur av uppgerðini eins og annað, ið føroyingar keypa á netinum.

Smásøluumsetningurin verður umroknaður til eitt, vísital (index) sum verður lýst í leypandi prísum (eisini nevnt virðisvísital) og føstum prísum (eisini nevnt mongdarvísital). Vísitalið fyri umsetningin í leypandi prísum (ársins prísum) tekur støði í veruligu gongdini fyri umsetningin hjá smásølum og handlum í teim trimum bólkunum.

Deflaterað, reinsað fyri prísvøkstur
Fyri at fáa fastar prísir verða vísitølini í leypandi prísum fyri hvønn vørubólk deflaterað við prístalinum (reinsað fyri inflatión) fyri hvønn vørubólk, og fáa vit eitt vísital í føstum prísum. Við at deflatera reinsa vit vísitalið í leypandi prísum fyri árliga prísvøksturin og fáa eitt vísital í føstum prísum, sum merkir at vit nú síggja mongdarbroytingina fyri hvønn ársfjórðing við støði í 1. ársfjórðing 2005, ið er sett til 100.

Mannagongdin fyri uppgerðarháttin er tann sama fyri allar vørubólkarnar, og kravið er tað sama, at umsetningurin hjá handlunum, ið umboða teir tríggjar smásølubólkarnar, í mest møguligan mun er kontant mvg-skyldug søla, sum verður gjørd upp hvønn ársfjórðing.

Hesin umsetningurin verður síðani umroknaður til eitt vísital, sum lýsir vísitalsvirðið fyri hvønn ársfjórðing, og kann brúkast til at lýsa broytingina í umsetninginum. Við støði í hesum verður trendurin og árstíðarjavningin roknað fyri hetta vísital.

Henda mannagongd verður endurtikin, tá ið vísitalið fyri umsetningin er deflaterað, tvs. reinsað fyri allan prísvøkstur. Harvið fáa vit eitt mongdarvísital, sum kan brúkast til at rokna mongdarbroygtingina, ið er broytingin í umsetninginum í føstum prísum fyri hvønn av bólkunum.

Fyrivarni skal takast um ein ætlar at samanbera hesi tøl við onnur lond, tí hagtølini eru ikki heilt sambærilig. Til dømis er datagrundarlagið til uppgerðina av ???Detailomsætningsindex??? hjá DST (Danmarks Statistik)  nógv meiri nágreinað, sammett við hesa uppgerð av smásøluni.

Hinir vørubólkarnir við í næstu útgávu
Tað er serliga stórhandlar, ið selja mat- og drekkivørur, ið eisini hava annað vøruúrval enn tað, sum er nevnt omanfyri. Í hesum handlunum finnur tú eisini aðrar vørur so sum barnaklæðir, skógvar, leikur og annað undirhald umframt búnýti. Allar oftast eru smáhandlarnir meiri serstakar í sínum vøruúrvali enn stórhandlar. Hetta sama ger seg eisini galdandi fyri bólkarnar klædnavørur og fótbúnaður eins og búnýti og innbúgv.

Ein neyvari viðgerð av bólkunum klædnavørur og fótbúnaður og búnýti og innbúgv saman við mati og drekka verður at finna í næstu útgávu av smásøluvísitølunum, sum væntandi verða kunngjørd um hálvan mars 2015 har 4. ársfjórðingurin 2014 eisini er við.

Í hagtalsgrunninum eru umsetningshagtølini tøk fyri allar tríggjar vørubólkarnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder