Vit í Framsókn vilja virka fyri einari nýskipan av heilsuverkinum. Hetta lívsneyðuga málið hevur verið nógv rakt av lokalpolitiskum áhugamálum, og tí siglir føroyska heilsuverkið sín egna sjógv, meðan sjúklingar og heilsustarvsfólk vera hildin fyri gjøldur. Vit eiga at skipa eitt sterkt heilsuverk undir einari leiðslu, har vit somuleiðis gera okkum greitt hvat fyri heilsuverk vit ynskja okkum. Neyðugt kann vera at bróta upp av nýggjum og hugsa nýggjar leiðir. Vit í Framsókn hava dirvi, at taka neyðugu avgerðir.
Nærvera framum bureaukrati
Okkara nútíðarsamfelag hevur gjørt tað neyðugt við einum sterkum heilsuverki. Eitt heilsuverk ið tekur sær av teimum sjúku, har sjúklingurin kennir seg tryggan, og starvsfólkini trívast og taka ábyrgd. Eftir mínum tykki er hornasteinurin innan alla medisinska viðgerð nevniliga ábyrgd og ábyrgdarkenslan púra fráverandi. Nógv verður tosað men lítið verður ítøkiliga gjørt, og vit síggja nú eisini at serlæknar standa fram alment og rópa varskó.
Alt hugskotið viðvíkjandi einum heilsuverki er at tryggja ein góða viðgerð til tey sjúku. Ofta er talan um eitt menniskja, ið fer ímóti sínum síðsta tíðarskeiði her á fold, og tá skal hendan tíðin viðgerast við virðing, tað er grundleggjandi mannarættindi. Hetta aðalmál hava vit onkursvegna gloymt. Tað er næstan horvið, druknað í politiskari stýring og bureaukrati frá embætisfólki. Vit eiga, fram um alt annað, at raðfesta eina sterka felagsleiðslu fyri heilsuverki. So vit kunnu koma aftur á røttu leið.
Vantandi ábyrgdin
Vantast kann, tíverri, at upp til komandi val fer føroyska heilsuverkið og tess sjúklingar enn einaferð at verða hálova við gyltum lyftum um eina bjartari framtíð. At misnýta heilsuverkið á henda hátt er tað alt ov dýrabart til. Tað er ein sannroynd, at eitt vælvirkandi heilsuverk verður ikki bygt eftir einum degi, men kann syndrast upp á stutta tíð. Hetta hava nógv onnur lond í heiminum ásannað. Landsins leiðsla hevur í nógv ár, skúgva sær undan ábyrgdini.
Heilsuverkið á einum vegamóti
Tekini til at okkara heilsuverk er í kreppu síggjast longu nú og hava verið sjónlig leingi. Starvsfólk gevast, bæði sjúkrarøktarfrøðingar og læknar fara til eitt nú Noregs at arbeiða, ímeðan heilsuverki rópar eftir serlæknum. Her eiga onkrar klokkur at ringja. Her er okkurt sum ikki er rætt. Taka vit ikki hond um trupulleikan vil hann bert gerast enn meira álvarsamur. Lurta vit eftir serfrøðini, so koma vit at mangla enn fleiri serlæknar um nøkur fá ár.
Kjarnan í heilsuverkinum
Vit hava allar fortreytir, at skipa føroyska heilsuverkið til eitt tað mest framkomna. Hetta er fyrst og fremst dugnaligum heilsustarvsfólki og læknum at takka, men tað krevur eina nýskipan við røttum raðfestingum og ítøkiligum langtíðarætlanum. Vit eiga at tryggja eina sterka kjarnu í heilsuverkinum.
Eftir komandi val fer Framsókn at fremja tey neyðugu átøkini, til at nýskipa Heilsuverk Føroya í eina sterka eind, har vit taka atlit til serfrøðina og skapa neyðugu karmarnir at virka undir.
Vit hava dirvi at taka neyðugu avgerðirnar.
Rúni Sundberg Patursson
Valevni hjá Framsókn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald