
Her liggja vit í Russiskum sjógvi millum 20 mestsum nýggjar Russiskar rækjubátar, allir keyptir seinastu 2-3 árini, hetta eru forholdsvís nýggj skip sum Normenn /Grønlendingar og Canadiarir hava selt tí teir hava allir bygt nýtt nú so lagaligar fíggingatreytir eru
Sama er i Lonikrókinum/Svalbard, men har eru tað spildurnýggjir Normenn/ EU skip vit liggja ímillum, allir við Hvítfiskakvotu uttan vit. Flestu teirra hava nýggja tøkni til 3 trol
Hetta meðan eg siti og bíti negl av berðum ergrils yvir førda ´´nýskipan´ ørvitis-politikkin - vit einsamallir eftir av tí fyrr so stolta Føroyska rækjuflotanum á eini 12 skip
Felags fyri allar hesar rækjubátar er at teir hava arða kvotu eisini, ja summir í Føroyskum sjógvi eftir makreli og svartkjafti.
Vit hava bara rækjukvotu, og tálítið og onki er at fáa av rækjum fra september til marts (6 mánaðar) er bert rækjur illa lønandi aleina , so var upplagt at man fekk eina Makrel og Svartkjaftakvotu sum passar júst við tað ringu rækjuvertíðina.
TVS fiska rækjur fra marts til september og uppisjóarfisk fra okt til februar
Um soleiðis bleiv gjørt kundu vit havt minst 6 nýggj rækjuskip sum hvørt hevði xx ts av uppisjóakvotu,- skip sum frysta veiðuna direkta livandi umborð til besta prís,tá hevði verið ráð til nýíløgur av skipum til endamáli, hetta ístaðin fyri søplan vekk av menningarkvotu og uppboðsølukvotu sum onki gevur til nakran.
Bjarni Petersen 76.33N 45.15 E
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald