Politikkur

Nýhugsan skal fíggja manglandi játtan

...

2015-06-16 20:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

ÁRSFRÁGREIÐING: Almenna húsarhaldið er komið til eitt vegamót, tí skorið er inn á bein nógvastaðni. Kortini mugu blandast av nýggjum, um vit framhaldandi vilja varðveita og menna tær tænastur, sum eitt nú Landsverk veitir. Bæði frá politiskari og umsitingarligari síðu er neyðugt at hugsa effektivisering í breiðari merking og vilja neyðugar broytingar, sigur stjórin á Landsverki í nýggjastu ársfrágreiðingini hjá stovninum.


Fyrst í árinum spurdi Landsverk í eini Gallup-kanning føroyingar, hvussu nøgdir teir eru við tænasturnar hjá Landsverki. Samanumtikið fær stovnurin góð skoðsmál frá føroyingum, hóast fólk eru farin at merkja manglandi viðlíkahald.

Tað er framhaldandi ein stór avbjóðing hjá Landsverki, at viðlíkahaldsjáttanin í fleiri ár á rað er skorin niður, samstundis sum nýggj virkisøkir og verkløg eru komin afturat at umsita. Sostatt er ósamsvar millum krøvini til stovnin og játtanina á fíggjarlógini. Hetta er ein av niðurstøðunum í ársfrágreiðingini hjá Landsverki, ið júst er almannakunngjørd.

Sum dømi um ósamsvarið millum krøv og játtan kann nevnast, at stovnurin í 1996 fekk tillutað 60,9 mió. krónur í viðlíkahaldsjáttan til infrakervið, meðan sama játtan nú er farin niður á 43,1 mío. krónur. Hetta svarar til eina minking á umleið 30 prosent, ella slakar 18 mió. krónur minni, enn fyri 20 árum síðani.

- Komið er til eitt vegamót, har neyðugt er at blanda kortini av nýggjum, um vit framhaldandi vilja varðveita og menna tær tænastur, ið Landsverk veitir samfelagnum, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.

Landsverk umsitur í dag 18 og skjótt 19 tunlar, slakar 500 kilometrar av landsvegi, tríggjar landshavnir og umleið 230.000 fermetrar av bygningum. Við Marknagilsdeplinum og nýggja H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum verða tað 30.000 fleiri fermetrar av almennum bygningum at umsita og viðlíkahalda, umframt tyrlupallar og vitar. Alt hetta kann sjálvandi ikki gerast fyri somu ella minni játtan, uttan so, at lagt verður á annan bógv við at hugsa nýtt og skipa viðurskiftini øðrvísi. Eitt nú við stórrakstri.

Í ársfrágreiðingini verður eisini víst á, at vetrarhaldið hjá Landsverki er vorðið munandi effektivari, enn tað var fyri bert fáum árum síðani. Høvuðsorsøkin til effektiviseringina er tøknilig framstig, sum stovnurin hevur fingið við teimum mongu veðurstøðunum kring landið, og støðugt betri tilrættislegging av vetrarhaldinum.

Harafturat eru greinar, sum lýsa, hvussu Landsverk á fleiri økjum gongur nýggjar leiðir í royndini eftir at fáa mest møguligt burturúr tí tilfeingi, ið stovnurin umsitur. Millum annað umrøða av sonevndu ESCO-verkætlanini, ið snýr seg um orkusparing í almennum bygningum, sum byggir á eitt slóðbrótandi samstarv millum tað almenna og privata.

Ársfrágreiðingin lýsir harumframt nýskapandi H-bygningin á Landssjúrkrahúsinum, ið fer at miðsavna nógv ymiskt virksemi og nútímansgera mannagongdir á Landssjúkrahúsinum til frama fyri bæði sjúklingar, avvarðandi og starvsfólk. Eisini verða aðrar størri verkætlanir lýstar, eins og ársfrágreiðingin gevur eitt yvirlit yvir verkætlanir, sum antin eru lidnar seinasta árið, standa í gerð, ella skulu í gongd í næstum.

???Ársfrágreiðing 2014-15???, undir heitinum ???Viljin vísir veg???, kann lesast á issue.comherella sum pdf her:Arsfragreiding 2014-2015.pdf(7,76 MB)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder