JN

Nýggjur varastjóri á Landssjúkrahúsinum

...

2015-10-03 00:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Sirið Stenberg, hevur gjørt av at seta Johan Jansson í starv sum nýggjan varastjóra við læknafakligari bakgrund á Landssjúkrahúsinum.

Johan Jansson er 54 ára gamal, ættaður úr Álandi og hevur royndir við at arbeiða í einum oyggjasamfelag.

Johan Jansson er útbúgvin lækni frá ??bo Universiteti í Finnlandi og gjørdist serlækni í psykiatri í 1997. Hann hevur 20 ára starvsroyndir sum lækni, harav 14 ára viðkomandi leiðsluroyndir á strategiskum stigi bæði innan almenna og privata heilsugeiran í Svøríki, har hann hevur verið leiðari við 170 fólkum undir sær. Johan Jansson hevur eisini drúgvar royndir við broytingarleiðslu umframt stóra vitan og kunnleika til m.a. at seta kvalitetsskipanir í verk.

Johan dugir fleiri mál og er vanur við at arbeiða við fleiri mentanum.

Johan Jansson byrjar í starvinum 1. januar 2016.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder