FMR.fo skrivar:
Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya hava í dag undirskrivað nýggjan sáttmála.
Lønarhækkanirnar eru innan fyri sama karm, sum onnur fakfeløg hava fingið, t.e. 2,25% fyrra árið og 1,9% seinna árið.
Leingi hevur verið ónøgd við ráðgevakvotuni. Partarnir avtalaðu í seinastu sáttmálasamráðing at gera nakað við henda trupulleika. Sum nýtt er í sáttmálanum avtalað, at arbeiðsgevarar hava møguleika at tilnevna starvsfólk, ið lúka nærri ásettar treytir, sum serfrøðingar fyri ávíst tíðarskeið, tó í mesta lagi 3 ár í senn. Serfrøðingurin kann tá fáa eina viðbót. Avtalað er samstundis eisini, at ikki verða fleiri ráðgevar tilnevndir eftir gomlu skipanini.
Nýggjar ásetingar eru eisini í sáttmálanum um eftirlønargjald og um barnferð, so hesar gerast meira tíðarhóskandi og í samsvari við lóggávu á økinum
.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald