2015-03-21 17:45
Tíðindaskriv frá Norðstreymoyar Prestagjaldi 21. mars 2015
Nýggjur prestur innsetast í Norðurstreymoy
Nú verður nýggjur prestur innsettur í Norðstreymoyar prestagjaldi. Hetta hendir sunnudagin 22. mars í Kvívíkar kirkju, tá Maria Jørðdal Niclasen, ið seinastu tvey árini hevur røkt prestaembætið á Viðareiði, verður innsett sum prestur í Kvívík.
Tá Theodor Eli Dam Olsen eftir seks ár sum prestur í Kvívík varð settur sum prestur í Hoyvík á sumri í fjør, var greitt, at Norðstreymar Prestagjald skuldi hava nýggjan prest. Tríggir prestar røkja prestagjaldið, ið fevnir um átta kirkjur, sum liggja í Vestmanna, Kvívík, Kollafirði, Hósvík, Hvalvík, Saksun, Haldórsvík og Tjørnuvík.
Full semja var í kirkjuráðunum um at innstilla Mariu Jørðdal Niclasen sum prest í Norðstreymoyar prestagjaldi við sæti í Kvívík. Av tilsamans 45 limum í teimum átta kirkjuráðunum, vóru 31 møttir, tá innstilling til nýggjan prest skuldi gerast. Her varð einmalt samtykt at innstilla Mariu Jørðdal Niclasen til embætið.
- Vit eru sera væl nøgd við valið og fingu tað, sum vit ynsktu og ætlaðu okkum, sigur Heini Holm, formaður í kirkjuráðnum í Kvívík.
Kvívík hevur traditión fyri at halda leingi upp á prestarnar. Seinastu fýra prestarnir hava verið Aksel Tórgarð, sum sat í 20 ár, Jákup Magnussen í 6 ár, áðrenn hann legði frá sær vegna aldur, Marjun Bæk í 22 ár, og nú seinast Theodor Eli Dam Olsen, sum røkti embætið í umleið 6 ár.
Maria Jørðdal Niclasen er fødd 12. desember 1980 og ættað av Eiði. Hon flutti til Danmarkar í 2002 og byrjaði at lesa guðfrøði í 2005, har hon tók prógv sum cand.theol. í 2011. Maria flutti aftur til Føroya á sumri 2012 og fyri stívum tveimum árum síðan ??? tann 27. januar 2013 ??? varð hon prestvígd í Dómkirkjuni í i Havn. Fýra dagar seinni tók hon við embætinum sum sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi við sæti á Viðareiði.
- Tíðin á Viðareiði hevur á mangan hátt verið rík, og eg eri sera glað og takksom fyri møguleikan at sleppa at byrja mína yrkisleið her norðuri, sigur Maria Jørðdal Niclasen.
Síðani starvið sum sóknarprestur í Norðstreymoy gjørdist leyst, hevur hon hugsað, hvørt tað var rætt fyri hana at royna seg har, hóast hon trivist sera væl á Viðareiði.
- Tað skerst ikki burtur, at Norðstreymoy er størri partur av miðstaðarøkinum enn prestagjaldið Eystan Múla. Eisini er talan um eitt størri prestagjald, ið tískil hevur fleiri avbjóðingar og møguleikar. Her eru tríggir prestar, og tað ber í sær góðar møguleikar fyri samstarvi, ið er til gleði og gagns fyri bæði prestar og kirkjufólk. ??kið er spennandi og kirkjuliga ríkt, sigur Maria Jørðdal Niclasen og vísir á, at mong áhugaverd tiltøk hava sæð dagsins ljós síðstu árini. Hetta hevur virkað til, at tað í kirkjuni er høgt til loftið og vítt til veggja, heldur hon.
Í góðum samstarvi við kirkjuráðini á staðnum og hinar báðar prestarnar gleðir nýggi presturin seg til at fylgja hesum leisti.
- Tá starvið varð lýst leyst, var hetta ein møguleiki, eg ikki kundi lata fara aftur við borðinum. Eg gleði meg at flyta til Kvívíkar, men tað er sjálvandi við sorgblídni, at eg nú sigi farvæl við Eystan Múla, sigur nýggi presturin í Kvívík.
Heini Holm, kirkjuráðsformaður, heldur, at Norðstreymoyar prestagjald er eitt sera væl virkandi prestagjald.
- Vit hava nú tríggjar, nýggjar og nýmótans prestar her norðuri, samstarvið er av tí besta, og nógv spennandi er á skránni, sigur kirkjuráðsformaðurin.
Heini Holm vísir á, at prestagarðurin í Kvívík hevur tørv á grundleggjandi umvæling.
- Nýggi prestur okkara fer at búgva í prestagarðinum í tvey ár, tá ætlanin er at fara undir stóra umvælding av garðinum, sum er bygdur í 1848. ??tsjóndin verður tann sama, men innrættingin verður broytt munandi, eins tørvur er á millum annað bjálving og útskifting av vindeygum, sigur Heini Holm.
Tað verður Uni Næs, dómpróvstur, ið fer at standa fyri innsetanini av nýggja prestinum, sum verður í Kvivíkar kirkju klokkan 17 sunnudagin 22. mars, ið er Boðanardagur Mariu. Eftir innsetanina bjóðar kirkjuráðið til almenna móttøku í Barnagarðinum í Kvívík.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald