Ítróttur

Nýggjur maður í A-landsliðshópinum

...

2016-05-29 20:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Róaldur Jakobsen, Bárður Hansen og Atli Gregersen hava givið avboð til dystin ímóti Kosovo. Ístaðin hevur Lars Olsen í fyrstu atløgu sent boð eftir Rógva Baldvinsson og Boga Reinert Petersen, sum hevur møguleikan at fáa sín fyrsta dyst fyri A-landsliðið.

- Hetta vóru fantastisk boð at fáa, og eg eri ótrúliga glaður fyri møguleikan. Soleiðis sigur Bogi Reinert Petersen, sum eftir dystin á Argjum ímóti AB fekk boðini, at hann er úttikin til venjingardystin ímóti Kosovo.

Tveir dagar undan fráferð til Frankfurt, har Kosovo og Føroyar møtast í venjingardysti komandi fríggjadag, hevur landsliðsvenjarin, Lars Olsen, verið noyddur at gjørt tríggjar broytingar í føroyska hópinum.

Bárður Hansen og Atli Gregersen úr Víkingi hava givið avboð vegna skaða, meðan Róaldur Jakobsen verður upptikin við skúlagongd, og verður tískil heldur ikki tøkur til dystin ímóti Kosovo.

Ístaðin hevur Lars Olsen í fyrsta umfari sent boð eftir Rógva Baldvinsson og Boga Reinert Petersen.

- Eg havi spælt við fleiri av yngru landsliðunum, og havi tí havt ein dreym um A-landsliðið. Men um eg skal vera heilt erligur, so hevur tann dreymurin verið eitt sindur fjarður seinastu tíðini, so hetta vóru góð boð at fáa, sigur Bogi Reinert Petersen.

Venjingardysturin millum Kosovo og Føroyar verður á Volksbank Stadion í Frankfurt í Týsklandi fríggjadagin 3. juni, klokkan 19:00, føroyska tíð. Samstundis er hetta fyrsti altjóða dystur hjá Kosovo, sum fyrr í hesum mánaðinum fekk limaskap í UEFA og FIFA.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder