Vinna

Nýggjur leiðari í Heimatænastuni í Vágum

...

2019-09-06 19:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Stýrið fyri Heimatænastuna í Vágum hevur sett Jóngerð M. Nielsen í starv sum leiðara fyri heimatænastuna. Jóngerð byrjar í starvinum 1. oktober 2019.

Jóngerð er 46 ára gomul og útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur. Hon hevur eisini diplomleiðaraútbúgving í leiðslu.

Hon hevur drúgvar starvsroyndir sum deildarleiðari í sjúkrahúsverkinum og á eldraøkinum. Hon hevur eisini royndir sum leiðari á barnaverndarøkinum.

Eg vil vegna stýrið ynskja Jóngerð tillukku við starvinum, góða eydnu og vælkomin vestur.


Vinarliga

Eyðdis Hartmann Niclasen, Stýrisforkvinna fyri Heimatænastuna í Vágum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder