2017-03-08 08:42
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur tilnevnt Hjalmar Hansen sum nýggjan formann í Fiskidaganevndini.
Fiskidaganevndin skal, sambært § 5, stk. 10 í lógini um vinnuligan fiskiskap, lata landsstýrismanninum metingar um støðuna í botnfiskastovninum og tilmæli um fiskidagar, og hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið.
Hjalmar Hansen hevur royndir, ið eru viðkomandi fyri uppgávuna. Hann hevur verið skrivari og samskipari í nevndum, ið hava gjørt tilfar, frágreiðingar og lógaruppskot um skipanir av fiskiveiðu við meira.
Fiskidaganevndin skal koma við sínum tilmæli fyri 22. juni 2017.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald