JN

Nýggjur festivalur sær dagsins ljós

...

2015-04-13 21:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv frá Kórsambandi Føroya 13. apríl 2015


Nýggjur festivalur sær dagsins ljós

Komandi leygardag skipar Kórsamband Føroya fyri kórtiltaki undir heitinum ???Kórfestivalur 2015???, sum verður hildin í Auluni í Eysturskúlanum í Havn. Talan er ikki um eina traditionella kórstevnu yvir tveir, tríggjar dagar, sum vit kenna tað ígjøgnum nógv ár, men um eitt nýtt kórtiltak, sum varar ein dag.

Endamálið við kórfestivalinum er at fremja og menna føroyskan kórsang. Átta kór hava teknað seg til festivalin, og tey eru Aurora Borealis, Kristiliga Sangkórið, Tórshavnar Manskór, Vestmanna Sangkór, Eystanljóð, Tórshavnar Kamarkór, Glymur og Havnarkórið.

Somuleiðis verður eitt felagskór skipað undir leiðslu av Kára Bæk, sum fer at framføra tríggjar sangir. Tann eini av teimum er við nýggjum lagi, sum Paula í Sandagerði hevur smíðað til sangin, ???So førdi aldaføður hond???, eftir Jóannes Patursson.

Handaðar verða tríggjar virðislønir til kórini. Tann fyrsta fyri bestu framførslu. Tað vil siga neyvleika, tónlistagávur og dynamikk. Onnur virðisløn er fyri mest upprunakendu, skemtiligu og/ella sermerktu framførslu. Til dømis tá ræður um framførsluhátt, rørslu, koreografi, serligan innmarsj og fjølbroytni í uppstilling. Nakað, sum kann gera framførsluna skemtingarsama ella út yvir tað vanliga. Triðja virðisløn er fyri best samansettu sangskrá. Eitt nú við einum tema, fjølbroytni, skjótum og seinum tempo ella onkursvegna fyri at hava samansjóðað eina skrá á ein upprunakendan hátt.

Endamálið við kappingini er at fáa kórini at geva gætur, hvussu og hvat tey syngja. Hetta er ætlað sum íblástur hjá kórunum til at finna upp á eitthvørt, sum kann gera júst teirra framførslu eitt sindur øðrvísi enn vanligt.

Tríggir dómarar eru útnevndir til at døma í kappingini. Hesir umboða ávikavist kórsang, áhoyrarar og sjónleik og koma at siga sína hugsan og meta um, hvørji kór hava uppiborið virðisløn. Dómararnir eru Anna Sofía Restorff, Zacharias Sørensen og Ria Tórgarð.

Konsertin undir kórfestivalinum, sum er ókeypis, og har øll eru hjartaliga væl komin at lýða á, verður í Auluni í Eysturskúlanum leygardagin 18. apríl klokkan 16.

Um nakar ynskir at vita meira um ???Kórfestivalur 2015???, sum verður fyriskipaður í samstarvi millum Kórsambandið og sangkór í Havn, kann viðkomandi seta seg í samband við Kára Bæk, formann í Kórsambandi Føroya, á tlf. 270142.

Vinarliga
Nevndin í Kórsambandi Føroya
og fyrireikararnir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder