Havnsbrún: Virksemið hjá Havsbrún hevur verið stórt seinastu nógvu árini, og tí hevur verið neyðugt við stórum goymsluhølum. Havsbrún hevur tí í fleiri umførum bygt nýggjar goymslubygningar.
Á heysti 2015 fór Havsbrún undir at byggja tveir nýggjar goymslutunlar. Støddin er 250 x 16 metrar hvør, og harafturat eru tvær inngongdir á góðar 100 metrar. Tunlarnir eru tilsamans 10.000 m2til víddar og skulu nýtast til at goyma mjøl í. Teir fara at rúma eini 20.000 tons av mjøli.
Sprongt hevur verið inn í fjallið beint við virkið, og arbeiðið er um at verða liðugt. Tunlarnir verða tiknir í nýtslu í juli 2016.
Fakta um tunlarnir:
Stødd:
Nøgd av tunlum ................................................. 2 stk
Gólvvídd á tunlunum ................................ 10.000 m²
Longd á hvørjum tunli ..................................... 250 m
Breidd á hvørjum tunli ...................................... 16 m
Longd á hvørjum inngongdi ............................. 100 m
Goymslukapasitetur:
Fiskamjøl ................................................ 20.000 tons
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald