Mánamorgunin komu báðir teir nýggju sløkkiliðsbilarnir hjá Vága Floghavn til landi við Norrønu. Eftir at hava verið til sýn á Akstovuni, blivu teir koyrdi vestur á flogvøllin týsdagin.
Sløkkiliðsbilarnir eru framleiddir í Eysturríki, og eru av slagnum Panther 6X6s. Talan er um sera framkomnar sløkkiliðsbilar, sum eru bygdir serliga til flogvallir, og sum lúka øll myndugleikakrøv til nýtslu á flogvallum.
Teir gomlu sløkkiliðsbilarnir sum eru 19 og 21 ára gamlir eru seldir til HCA Airport (Odense Lufthavn). Teir fara av landinum við Norrønu seinni í mánanum.
???Vit bóðu um tilboð frá 4 veitarum av slíkum flogvallarbrandbilum, úr ávikavist Týsklandi, Italia, Hollandi og Eysturríki. Tilboðið frá Rosenbauer í Eysturríki var mett at verða tað mest áhugaverda???, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn. Samlaði sáttmálin við Rosenbauer ljóðar uppá góðar 7,9 mió kr.
???Nú sløkkiliðsbilarnir skulu skiftast út hava vit lagt stóran dent á at framtíðartryggja tilbúgvingina á flogvøllinum soleiðis, at vit eisini kunnu takað ímóti størri flogførum í framtíðini. Og tað kunnu vit við hesum nýggju brandbilunum, sum rúma gott 9000 litrar av vatnið hvør. Tá bilarnir eru komnir lúka vit sostatt categori 8 krøvini, og eru væl fyrireikaðir á hesum økinum til eina framtíðar menning av virkseminum á Vága Floghavn??? sigur Jákup Egholm Hansen, rakstrarleiðari á Vága Floghavn.
???Nýggju bilarnir eru væl útgjørdir, við m.a. stórum tangum og tveimum vatn-/skúmsproytum á hvørjum bili. Vága Floghavn er ein sonevndur categori 6 flogvøllur, har minsta kravið er, at hava sløkkiliðsbilar við 8000 litrum av vatni tilsamans. Nú kemur Vága Floghavn sostatt uppá næstan 20.000 litrar??? sigur Jákup Haraldsen, tilbúgingarleiðari á Vága Floghavn.
Sløkkiliðsbilar av hesum slagnum verða eisini brúktir av øðrum flogvallum um okkara leiðir - eitt nú í Kastrup og Billund.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald