Nú landskappingin í hondbólti, er farin í jólaferiu, hevur Ásbjørn Nielsson Nattestad samlað øll tey seinastu tølini, og sett tey saman.
Toppskjúttar
Hyggja vit fyrst eftir toppskjúttinum í landskappingini hjá kvinnum, so hevur VÍF tvær tær fremstu, Liljan Djurhuus hevur skotið 104 mál higartil, av teimum eru 31 av uppá brotskøst. Eftir Liljuna, kemur Durita C. Jojic á øðrum plássi, hon hevur fingið 95 mál, av teimum eru 7 uppá brotskøst. Gintare Butkeviciute úr VB, hevur fingið 85 mál, av teimum eru 30 uppá brotskøst. Milica Rankovic úr Neistanum hevur fingið 82 mál, 16 av teimum eru brotskøst. Á fimta plássi, er Agnas Olsen, úr VÍF, hon hevur fingið 80 mál, men einki av teimum eru uppá brotskost.
Í Atlantic Airways, er eisini ein úr VÍF fremst, tað er Filip Jojic, hann hevur fingið 116 mál, 10 av teimum eru uppá brotskøst. Hans Eli Sigurðbjørnson úr KÍF, hevur fingið 82 mál, harav eru 18 uppá brotskøst. Nummar 3 á listanum, er Bogdan Florea, sum spælur fyri Team Klaksvík, hann hevur fingið 80 mál, 10 uppá brotskøst. Á fjórða plássið finna vit danan David Edvardsen úr Kyndli, henn hevur fingið 77 mál, 6 av teimum eru uppá brotskøst. Á fimta plássið er ungi leikarin hjá StÍF, Kjartan Johansen, Kjartan hevur fingið 75 mál, og hann er tann leikarinum, sum hevur skora flest mál uppá brotskøst á top 5 listanum, hann hevur fingið 19 mál, uppá brotskøst.
FAIR PLAY
Í Hvonn deildini, hevur Neistin fingið flest áváringar, tær hava fingið 34 áváringar higartil í landskappingini. VB hevur fingið flest útvísingar, tær hava fingið 50 útvísingar. Neistaliðið hevur eisini fingið flest reyð kort higartil í Hvonn deildini, tær hava fingið 2, reyð kort. Tá man telur øll stigini saman, so er VB tað liðið, sum fær flest áváringar, útvísingar og reyðkort til samans. VB hevur fingið 184 stig, eftir tí, sum Ásbjørn hevur sett upp, og Kyndil er tað liðið, sum sikkar sær best á vøllinum, tær eru heilt niðrið á 105 stigum. Stigini vera givin eftir hesum, áváringar geva 1 stig, útvísingar geva 3 stig, og reyð kort geva 5 stig.
í Atlantic Airways deildini, hevur StÍF fingið flest áváringar, liðið av Strondum hevur fingið 40 áváringar. Team Klaksvík hevur fingið flest útvísingar, teir eru uppi á 52 útvísingum higartil í landskappingini, og KÍF er tað liðið við flest reiðum kortum, teir hava fingið 2 reyð kort.
FAIR PLAY stig fyri leikarar
Í Hvonn deildini, hevur Søljan báðar teir fremstu spælarnar ið hava fingið flest stig, Hertha Jónsdóttir Simonsen hevur 45 stig, Arnleyg Haraldsen hevur 44 stig. Á triða plássi er tað Milica Rankovic úr Neistanum, sum hevur 38 stig. Síðani eru tað tríggjar, sum hava líka nógv stig, tær eru Judit Hansen, Helga Eyðunsdóttir Kjærbo og Durita C. Jojic ið allar hava 36 stig.
Í Atlantic Airways deildini, er tað Andrias Ellingsgaard, sum liggur ovast, hann hevur fingið 48 stig. Eftir Andrias, kemur Frank Brynleifsson Askildsen úr Kyndli, sum hevur 44 stig, síðan koma tveir spælarar við 35 stigum, tað eru Hans Arni B. Thomsen, úr Kyndli og Bogdan Florea úr Team Klaksvík, á fimta plássi er tað Heini Hanusarson úr VÍF, sum hevur 34 stig.
Botskøst
Í Hvonn deildini, er tað VB, sum hevur besta skoringsprosent uppá brotskøst, tær hava skorað 85,4% av brotskøstinum tær hava fingið. Stjørnan er tað liðið, sum hevur tey vánaligastu skoringsprosentini, tær skora runt roknað uppá annahvørt straffi, tær hava eitt skoringsprosent, sum ljóðar uppá 56,8%.
Vágsvinnur liggja eisini á odda, tá tað kemur til at bjarga brotskøstum, málverjarnir hjá VB bjarga beint undir 1/3 av straffinum tær fáa ímóti sær, tær hava eitt bjargingarprosent uppá 31,4% Málverjarnir hjá Kyndli, eru tær, sum møta flest brotskøstum, tær hava eitt bjargingarprosent uppá 8,7%
Í Atlantic Airways deildini, er tað teir grønu úr Havn, sum hava bestu skoringsprosentini uppá brotskøst, Kyndil hevur eitt skoringsprosent uppi á 81,6%. Team Klaksvík, er tað liðið, sum hevur vest við at fáa mál uppá brotskøst, teir hava eitt skoringsprosent uppá 60%
Kyndil hevur eisini tey bestu tølini, tá tað kemur til at bjarga brotskøstum, bjargingarprosenti hjá málverjinum hjá Kyndli er 43,9%. Málverjarnir hjá Neistanum eru teir sum standa seg vest at bjarga brotskøstum, teir hava eitt bjargingarprosent uppá 14,3%
Dómarapør
Daniel Rapa og Ragnar Simonsen eru tað dómaraparið, sum hevur dømt flest dystir, teir báðir hava dømt 20 dystir. Gert Hansen og Arnar Dam, hava dømt 18 dystir, og Eyðum Samuelsen og Karstin Joensen hava dømt 10 dystir.
Sí myndirnar niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald