2015-06-18 13:54
KVF: Enn bendir nógv á, at føroysku og grønlendsku umboðini á Fólkatingi verða avgerandi fyri, um tað verður Helle Thorning Scmidt ella Lars Løkke Rasmussen, sum verður danskur forsætisráðharri.
Tað er framvegis, sambært nýggjastu veljarakanningini, ógvuliga lítið sum skilir reyða og bláa vongin í Danmark.
Blái vongurin fremst
Sambært nýggjastu kanningini, sum varð kunngjørd í gjárkvøldið, fær blái vongurin 51,3 prosent av atkvøðunum, meðan hin reyði fær 48,7 prosent.
Tað gevur bláa vonginum 89 sessir í fólkatinginum, meðan hin reyði fær 86, les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald