Vinna

Nýggjasta íslendska skipið er í føroyskum sjógvi í nátt

...

2015-12-22 06:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
SVN í Neskaupstaði í Íslandi yvirtók fríggjadagin danska uppisjóarskipið Gitte Henning, sum nú nevnist BEITIR.

BEITIR er áveg til Ísland og var í kvøld eystur úr Nólsoynni, ávegis í Djúpini og norður um Føroyar, áðrenn teir seta kós móti Íslandi.

Eftir ætlan skal BEITIR koma á Neskaupstað tollaksmessudag.

BEITIR er smíðaður á skipasmiðjuni Western Baltija Klapeda í Litavia og kom nýggjur til Danmarkar í 2014. Skipið er 86,3 metrar langt, 17,6 metrar breitt og er merkt 4.138 bruttotons. Skipið lastar 3.200 tons av uppisjóarfiski.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder