Nýggjasta skipið í grønlendska flotanum kom á Miðvág í gjáramorgunin.
Skipið nevnist - AJSI - og er heimahoyrandi í Nuuk, skrokkurin er bygdur í Póllandi og skipið er gjørt liðugt í Hvide Sande í Danmørk, skipið er 24 metrar langt og 7 metrar breitt, skipið var latið frá skipasmiðjuni í Hvide Sandi í farnu viku, tað er nú ávegis til Grønlands.
Tað er Jens Peter Larsen, sum verður reiðari og skipari á skipinum, Jens Peter hevur ført skip í Grønlandi í fleiri ár, hann er frá Arsuk.
Vit á JN.fo vóru seinnapartin umborð at nýggja skipinum, manningin sum telur 6 mans kemur øll uttan tann eini frá Arsuk - teir vóru sera blíðir og spentir uppá nýggja skipið.
Vit spurdu Jens Peter Larsen, hvat teir kundu fiska, hann segði, at teir kundu fiskað alt uttan rækjur - hann nevndi tosk, kongafisk, svartkalva og krabba, hann segði eisini, at teir koma at fiska framvið øllum Vestur-Grønlandi líka suður á Kappan.
Jens Peter segði, at skipið kostar kr. 16 milliónir, tað er fíggjað í Grønlandsbankanum.
AJSI verður liggjandi á Miðvági til mikudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald