Vit vita øll, hvussu vakurt tað er í Sandavági á nýggjárinum, tá blikkini verða tendraði og lýsa bygdina so vakurt upp. Tó vita øll eisini, at blikkini ikki seta seg upp av sær sjálvum, og at tað er ein tung uppgáva, um fá fólk skulu taka sær av øllum hesum.
Tí hava vit aftur í ár valt, at alt bygdarfólkið skal vera saman um hetta, so Sandavágur heldur fast í siðvenjuni um at lýsa bygdina upp.
Hetta verður samskipað soleiðis, at býlingarnir hvør í sær hava ábyrgd av at seta blikkini upp í sínum býlingi og rudda tey aftur. So møtir eingin upp frá einum býlingi, ja so verða tað eingi blikk har.
Býlingarnir eru hesir:
1. Nesavegurin og Giljavegurin, heim til Jónberg á Mýrini.
2. Ballerup (Hetta kann ein deila upp í minni økir: eitt nú Ovastuhjallar, Miðhjallar og Giljavegin heim til Herluf og Ketty)
3. Giljavegurin (Frá Herluf og Ketty og norðureftir) og byrjanin av Hammershaimbsvegnum og oman til brúnna.
4. Ovaru Sarpar
5. Niðaru Sarpar
6. Steigarbrekka og Steigartún
7. Hammershaimbsvegur (frá brúnni) og á Sondum.
8. ??ti á Bakka og úti á Bø
9. Onundarvegur
10. Torkilsvegur
11. Heygagerði og undir Fobbakletti
12. Traðarvegur
Harumframt plaga tað at verða sett nøkur blikk á ymsum felagsøkjum (eisini árstalið), so um onkur hevur tíð, hug og orku til tað, so skulu tey verða hjartaliga vælkomin til tað.
Hetta snýr seg um:
1. Heim eftir Gamlavegi
2. Runt kirkjuna
3. Á brimgarðinum
4. Árstalið.
Blikkini o.a. eru á Loftagrund, har tey eisini skulu fyllast. Tey kunnu heintast 31/12 millum klokkan 11.00 og 14.00. Neyðugt er at hava eina trillubøru ella bil/lastbil við, so tit kunnu fáa blikkini út til sjálvar býlingarnar.
Tað er sera týdningarmikið at minnast til, at um ein setur blikk upp, so hevur ein eisini ábyrgd av at tendra tey, so tey lýsa klokkan 24.00.
Minnist eisini til at rudda tey upp aftur dagin eftir (blikkini verða tá tømd í ein sekk, og sjálvt blikkið verður lagt í ein annan sekk - hetta verður alt sett oman á Loftagrund).
Vónandi koma nógv fólk, bæði ung og gomul, kvinnur og menn.
Við nýggjárskvøðu
Mentan
Nýggjárið í Sandavági
...
2014-12-31 04:36
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald