2016-06-03 08:59
ÍL??GUR: Í nýggjastu ársfrágreiðingini hjá Landsverki peikar stjórin á stovninum á stóra tørvin á viðlíkahaldi av infrakervinum og almennum bygningum undir landinum umframt á møguligar loysnir, ið kunnu betra um støðuna. Eftirsleipið er nú so stórt, at tað mugu finnast alternativar loysnir, tí árliga játtanin á fíggjarlógini megnar ikki at fylgja við viðlíkahaldstørvinum.
Tað er eingin loyna, at árliga játtanin á fíggjarlógini til viðlíkahald av infrakervi og almennum bygningum ikki røkkur til tann stóra tørvin, sum er á víðlíkahaldi. Harumframt er eitt stórt eftirsleip, sum bara fer at vaksa komandi árini, um ikki neyðugi peningurin verður fingin til vega.
Samlaða eftirsleipið er í skrivandi løtu mett at vera umleið 375 mió. krónur. Hetta er 8,5 ferðir árligu rakstrarjáttina, meðan hini Norðurlondini liggja á millum 1,2 og 2,6 ferðir árligu rakstrarjáttina. Sostatt hava Føroyar upp til sjey ferðir størri eftirsleip enn tey londini, vit samanbera okkum við.
- Vøksturin í eftirsleipi stendur við og versnar, og sum stjóri á avvarðandi stovni er tað mín uppgáva og skylda at vísa á hesar trupulleikar og samstundis peika á loysnir, sum eru við hondina. Alternativir møguleikar fyri fígging av viðlíkahaldi mugu á borðið nú, tí støðan er ikki haldgóð og versnar alsamt, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, í ársfrágreiðingini.
Hann vísir á, at tunlar eru minst tríggjar ferðir so dýrir at reka, sum vanligir vegir. Ein upplagdur møguleiki hevði tí verið at lagt allar tunlarnar undir eitt gjald fyri allar, í staðin fyri bert at krevja inn fyri undirsjóvartunlarnar. Eitt slíkt gjald fyri allar landtunlarnar og verandi undirsjóvartunlar kundi verið munandi lægri, enn tað er í dag fyri verandi undirsjóvartunlar, tí tá hevði brúkarafjøldin verið munandi størri.
Tunlar dýrir at viðlíkahalda
Ein annar møguleiki er at nýta ein part av skrásetingargjaldi, vektgjaldi, mvg og avgjøldum á brennievni til viðlíkhald. Hendan upphæddin er í ár 360 mió. krónur. Til samanberingar fær Landsverk í ár slakar 43 mió. krónur til at halda vegir, tunlar og brýr fyri, har av umleið 10 mió. krónur verða nýttar til vetrarhald. Sostatt fara einans umleið 12 prosent av landsins inntøkum frá bileigarum til viðlíkahald av infrakervinum.
Tíðin er eisini komin til at taka alternativar fíggingarhættir í brúk í sambandi við viðlíkahald av bygningum undir landinum, sum eisini er afturúrsiglt. Um bygningarnir vórðu fluttir til Landsverk at umsita, raðfesta, reka og krevja inn leigu fyri, høvdu teir altíð kunnað verið í forsvarligum standi.
Almennir stovnar eiga at rinda leiguÍ dag er tað soleiðis, at stovnar og aðrir almennir leigarar ikki rinda leigu í teimum bygningum, sum landið eigur. Hinvegin rinda eitt nú Landsverk og aðrir almennir leigarar leigu, har onnur enn landið eiga bygningarnar. Eitt nú til útleigarar á privata marknaðinum. At munur soleiðis verður gjørdur á, um alment virksemi heldur til ókeypis í einum almennum bygningi ella hjá øðrum útleigara, er beinleiðis kappingaravlagandi.
Innkrevjing av leigu hevði eisini havt gagnliga ávirkan á raksturin, tí tá noyðast almennu leigararnir sjálvir at finna sparingar ella alternativar fíggingarmøguleikar av virksemi teirra. ??rslitið hevði sjálvandi verið ein samlað sparing í almenna húsarhaldinum.
Lesið um hetta og mong onnur áhugaverd evni í Ársfrágreiðing 2015-16 undir heitinum ???Loysnir á lofti???, ið kann heintast á Landsverk.foher.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald