Politikkur

Nýggjan kirkjugarð í Sandavági

...

2016-10-22 22:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað kann ikki vera rætt at tað vakrasta økið í Sandavági, verður tikið til nýggj gravpláss. Ein perla av einum økið, serliga summarmánaðirnar, bæði áin, økið runt kirkjuna, á Neystum, við Kirkjugarðsbrúnna og niðri á sand, osar av lívið og spælandi børnum.

Tann ætlanin sum er í uppskoti, er at byggja niðan úr verandi kirkjugarði ??? eystur eftir - í hesum nýggja uppskoti er pláss fyri 226 gravplássum. Tað vil siga at hetta er ein lappaloysn, eini 20-25 ár fram í tíðina, og hetta fyri nógvar pengar, tá hetta eisini skal setast upp sum ein kirkjugarðspark og fyri ikki at víkja frá verandi garði, má alt grótlagast, í mínari verð ein ørvitisrprojekt fyri milliónir av skattaborgarans pengum, sum kundu verið nýttir ørvísi og meira skynsamt.

Og hvat gera vit so um 25 ár?

Tí skullu allar ætlanir við at víðka verandi kirkjugarð niðan ímóti miðstaðarøkinum steðgast.

Eg eri persónliga hart ímóti hesi stuttskygdu, visjónsleysu og uttan iva dýru ætlan, sum er í uppskoti. Havi enn ongan kostnaðarætlan sæð fyri projekti.

Vit skullu ikki longur enn inn í grannabygdina fyri at síggja hvussu ein kirkjugarður uttanfyri bygt økið er og virkar.

Tað lá stórt økið frítt beint við gamla kirkjugarðin, men ístaðin valdu menn og kvinnur við langtíðar visjónum, at gera kirkjugarð uttanfyri bygdina og hyggji í dag.

Í dag eiga vit ístaðin eina serstakliga vakra viðalund í Miðvági ??? ein perla mitt í bygdini ??? Tað verður uppat hesi viðalund ætlaða miðstaðartorgi í Miðvági kemur at liggja. Og ikki ein yvirvaksin kirkjugarður uppat einum miðstaðarøkið, sum er í uppskoti í Sandavági.

Tí fari eg her at leggja trý nýggj uppskot fram, hvat vit gera við tann skjótt akutta tørvin á nýggjum gravplássum í Sandavági.

UPPSKOT 1 ??? ??ti á Trøð, Omanfyri Klettin (Ovaratrøð og Skúlamørkin) (sí mynd),

Eftir at hava kannað ymisk økir í bygdini, so er hetta tað økið í bygdini, sum eg haldi er besta og mest visjonerða loysnin.

Talan er um økið ??ti á Trøð, omanfyri Klettin byrjast kann niðanfyri traðavegin, við 50-100 gravplássum, og síðan kann garðurin víðkast úteftir eftir tørvi.

Fyrimunir:

· ??kið er slætt, sum er ein fyritreyt fyri bíligari loysn.

· Er uttanfyri verandi byggiætlan av sethúsum.

· Byggjast kann út eftir tørvi, og har við gerst hetta ikki so kostnaðarmikið. Vit tosa um 50-100 gravpláss hvørjaferð.

· Ein langtíðarloysn fyri kirkjugarð sum nøktar tørvin 100 ár fram í minsta lagi.

Vansar:

· Er langt frá kirkjuni, men tað kann loysast við eini bussskipan til jarðarferðir. (Annars er hetta ongin trupuleiki til jarðarferðir aðrastaðni t.d. í Miðvági).

UPPSKOT 2 ??? Norði við Grótbroti í Sørpum, (norðanfyri vakstrarhúsið)(sí mynd),

Eisini uppskot frá fólkunum sum mótmæla ætlanini við kirkjuna á Oyruni í Sandavági.

Fyrmunir:

· ??kið er lætt atkomiligt og byrjast kann á sama hátt sum við Uppskot 1, í smáum við 50-100 gravplássum hvørjaferð.

· Er ein langtíðarætlan fyri kirkjugarð.

Vansar:

· Er langt frá kirkjuni, men tað kann loysast við eini bussskipan til jarðarferðir (Annars er hetta ongin trupuleiki til jarðarferðir aðrastaðni t.d. í Miðvági).

· Tað kann í longdini gerðast ein forðing fyri sethúsabygging, um býlingurin í Sørpum skal vaksa norðeftir.

UPPSKOT 3 ??? Í Steigabønum inni í Giljum. (sí mynd),

Uppskoti er fyrr nevnt á jn.fo, eg helt sjálvur at hetta vera eina góða loysn. Men vandi er í hvørjari vælferð, ein landsvegur liggur uppat økinum og tað hevur víst seg at vera trupult at fáa innkoyringar frá landsveg ígjøgnum.

Fyrimunir:

· Lætt atkomiligt økið og stutt frá kirkjuni.

· Er ein langtíðarætlan fyri kirkjugarð.

Vansar:

· Landsvegur er beint við og kan tíðskil blíva ein forðing, og gera seinkingar.

· Eitt nátturu vakurt økið við Stórá og Fosshyl, sum einaferð í framtíðini kan brúkast til trivnaðarøkið í leingjan av verandi viðarlund og gøtum hinumegin ánna.

· Ein forðing fyri víðari útbygging av kommunalum bygningum og stovnum norðeftir.

Nú eri eg ikki vitandi um hvørji tey eru, sum strongja á at fáa hetta ført út í lívið, at víðka verandi kirkjugarð við kirkjuna, men tá ein triðingur av sandavágsfólkið eldri enn 18 ár hava skriva undur eitt mótmælisskriv, eigur at vera lurta eftir hesum, eg fekk sjálvur ongantíð møguleikan at skriva undur tíverri.

Eisini hevur verið borgarafundur í Sandavági um tað sama, fyri árum síðan, og tá var sama mótstøða ímóti ætlanini.

Tað tykist sum nærdemokratiði ikki virkar í okkara lítlu kommunu við knapt 2000 borgarum og tað er átalu vert.

Eg bleiv so seint sum í gjár uppringdur av einum borgara, sum var sera firtin, tí ikki bleiv lurta eftir honum í samband við eitt mál, hvørki av býráðslimun ella umsiting, og tað eiga vit at gera nakað við og betra um.

Tá eg sum uppstilla valevni, er hansara seinasta skansi, tá er okkurt ið ikki virkar, sum tað skal.

Men nú eru borgararnir í Vága Kommunu og veljararnir í Sandavági, í teirri serstøðu at teir kunnu avgerða hvat er skilabest:

1. Ein gravsteinspark, mitt í miðstaðarøkinum.

2. Ella ein kirkjugarður uttanfyri bygdina.

Valið er ímillum eina stuttskygda loysn ella eina langtíðar loysn.

Tað avgerðina tekur borgarin tann 8. November 2016 inni á Giljanesi.

Jan Erik Simonsen, valevni á Nýggja Lista, lista V til býráðsvalið í Vága Kommunu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder