TÍÐINDASKRIV frá Skála Ítróttarfelag
Í samband við dystin í 1
deild, leygardagin 4 okt. Millum Skála ??? Eb/streym, verður samstundis lítíð
hátíðarhald tá nýggji vøllurin alment verður tikin í brúk.
Dánjal Jákup, í fólk
flest knýta við asfaltering, er ein av
teimum sum eigur stórst æru av at stadionøki er so væl útbygt og viðlíkahildið.
Hann kemur at skjóta fyrsta sparkið ímóti eini aðrari eldsál í Skála
Ítróttarfelag, nevnliga Hans Jákup Andreasen - formaður felagsins í eitt langt
tíðarskeið.
Vit síggja fram til at
síggja nógv viðhaldsfólk og onnur áhuga til seinasta dystin í ár, har leikarar
og fólkið kring liðið samstundis, fáa heiðurprógv fyri uppflytingina í bestu
deildina.
Við Ítróttarkvøðu
Skála Ítróttarfelag
Skráin fyri leygardagin er hendan.
-
Kl. 15.00 Runavíkar kommuna
handar ítróttarfelagnum vøllin (Umboð fyri kommununa heldur røðu og evt. umboð
fyri felagið)
-
Kl. 15.10 Fyrsta offisiella
sparkið verður skotið. Dánjal Jákup ímóti Hans Jákup
-
Kl. 15.15 Dysturin ímillum 1.
deildarliðini Skála ??? EB/Str byrjar.
-
Kl. 17.00 Medaljuhandan
-
Kl. 17.30 Móttøka í
Bygdarsalinum og heiðran av spælarunum. Suppa og køkur eru at fáa til matna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald