Politikkur

Nýggja útstykkingin nevnist Við Klingrutjørn

...

2017-01-31 10:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fleiri uppskot vóru fyri í gøtunavnanevndini um hvussu nýggja útstykkingin undir Kongavarða á Argjum skuldi eita. 


Í fyrstu atløgu vóru trý nøvn løgd fram at taka støðu til, tey vóru Undir Kongavarða, Við Tvættá og Undir Suðurvarða.

Tá málið kom fyri í mentamálanevndini kom eitt uppskot aftrat: Við Klingrutjørn. Hetta navnið fall mentamálanevndini betur og navnið varð góðkent á býraðsfundi fyri jól.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder