Politikkur

Nýggja samgongan í Havn: Vitin í Norðuratlantshavi

...

2016-11-13 21:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nýggja býráðssamgongan fer at seta borgaran fremst og hevur sett sær fyri, at framtíðartryggja Tórshavnar kommunu. Saman skulu býurin og bygdirnar vera kraftdepil við atdráttarmegi, sum røkkur út um kommunumark og landoddar. Tórhavnar kommuna skal vera fevnandi og rúmlig soleiðis, at børn, vaksin, ung sum eldri her kunnu liva, mennast, skapa og samvirka ??? okkum øllum til felags gagns.

Komandi býráð hevur sett sær sum aðalmál:

- at lyfta eldraøkið upp á eitt virðiligt stig, við haldførum loysnum

- at loysa tørvin á grundøkjum og stimbra fjøltáttaðari bústaðarbygging

- at tryggja hægri góðsku á dagstovnaøkinum og meira tíð til barnið

- at gera tað spennandi hjá ungum at búgva og virka í kommununi

- at virka fyri lægst møguligum skattatrýsti

- at byggja Skúlan á Fløtum beinanvegin

- at dagføra og viðlíkahalda kommunalar bygningar

- at stimbra grønar orkuloysnir og verja náttúruna ímóti dálking og ovurnýtslu

- at tryggja vinnulívi og handilslívi karmar, heldur enn sjálv at fylla teir

- at mentan og list sæst aftur, bæði í leik- og mentanarhúsum og í allari býarendurnýgging

- at stimbra hugin og frælsið at skapa og virka innan leik og list.

- at røkja og útbyggja verandi undirstøðukervi, vatn, vegir og kloakkir.

- at loysa avbjóðingina við parkering í býnum

- at menna samferðsluna í allari kommununi í bý, bygd eins væl og til oyggjar.

- at útbyggja verandi ítróttarumstøður til at kommunan kann hýsa enn fleiri altjóða ítróttarkappingum.

- at uppraðfesta staðbundnu nevndirnar, soleiðis at tær taka ein virknan lut í býráðsarbeiðinum.

- at tryggja staðseting og taka ein virknan lut í arbeiðinum at menna Fróðskaparsetur Føroya

- at taka lut í at byggja lestraríbúðir og skapa ein lestrarbý.

Soleiðis fara vit til verka:

- borgarstjórin í Tórshavnar kommunu situr ikki á løgtingi

- vit sleppa siðbundnari vanahugsan og lofta framtíðar avbjóðingum við fakligari virðing og nýhugsan í øllum lutum í kommunalu fyrisitingini.

- vit viðgerða allar borgarar eins

- vit tryggja gjøgnumskygni og opinleika

- vit reka ein skynsaman og burðardyggan fíggjarpolitikk við fyrisitingarligari grannskoðan

- vit leggja lunnar undir langtíðar íløguætlanum, sum kunnu røkka tvørtur um valskeið

í Havn 13. november 2016

Vegna býráðssamgonguna

Annika Olsen

Gunvør Balle

Bergun Kass

Marin Katrina Frýdal

Turið Horn

Jákup Dam

Bogi Andreasen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder