Mentan

Nýggja kirkjuhúsið í Sørvági verður liðugt í heyst

...

2015-02-05 19:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Planeringin fyri nýggja kirkjuhúsinum í Sørvági er liðug. Nú skal grundin gerast og so verður timburarbeiðið gjørt, tað er byggifyritøkan Articon, sum fekk arbeiðið í kapping við aðrar. 

Samlaði kostnaðurin við øllum innbúgvi o.ø. er mettur til góðar kr. 5 mill. sigur Torkil Haraldsen, sum er formaður í stýrinum fyri Sørvágs kirkju -  og leggur hann afturat, at kirkjuhúsið verður liðugt tíðliga í heyst.

Sí myndirnar niðanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder