Portal.fo skrivar:
Nýggja hotellið úti við Strond, gamla kommandanthúsið, skal eita Havgrím Seaside Hotel.
Navnið varð lagt fram fyri løtu síðani á tíðindafundi í Kaffihúsinum Undir Bryggjubakka, har greitt varð frá um nýggja hotellið, ið eftir ætlan letur upp seint í heyst.
Navnið er eftir Havgrími, ið lat húsini byggja og búði í teimum frá 1948 til 1952. Eftir hetta tók Forsvarskommandoin yvir húsini.
Hotellið skal brandast sum eitt hotell við vøkrum og djóraríkum umhvørvi, og serliga skal tað vera vakurt at hava útsyni út á sjógv - bæði í ringum og góðum veðri.
Hóast bygningurin ikki er friðaður, so hava tey avgjørt at varðveita mest møguligt. Tó verður ymiskt í húsunum broytt, soleiðis at tey kunnu brúkast sum best.
Hotellið fer at hava 14 dupultkømur, ið øll fara at hava útsýni út á fjørðin, og av teimum eru tvær svitur og tvey kømur við terassu.
Av tí at eigararnir eru teir somu, sum eiga Kaffihúsið, er gjørt av, at kundarnir skulu eisini fáa ágóðan av hentleikunum hjá Kaffihúsinum, so sum fundarhølið o.a.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald