2016-12-17 18:05
Spildurnýggja flogfarið hjá Atlantic Airways kemur týsdagin - tað verður hátíðarhald á flogvøllinum.
Vælkomin til hátíðarhald.
Í sambandi við, at nýggja Airbus 320 flogfarið kemur í Vágar fyri fyrstu ferð týsdagin 20. desember kl. 13.00, verður bjóðað til alment hátíðarhald í hangarinum á flogvøllinum.
Byrjað verður, tá flogfarið lendir kl. 13. Okkurt gott verður til góman, og á skránni verða røður, tónleikur m.a. við Kristinu Bærentsen og orkestri, og eisini vitja jólamenninir við onkrum søtum til børnini. Eisini verður møguleiki at sleppa umborð at síggja flogfarið.
Nøvnini á teimum trimum flogførunum og báðum tyrlunum verða avdúkað til hátíðarhaldið.
??ll eru hjartaliga vælkomin.
Atlantic Airways.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald