2013-08-15 15:18
Í summar er nýggj lóg um vísindasiðsemiliga viðgerð av heilsuvísindaligum granskingarverkætlanum sett í gildi við kongaligari fyriskipan. Fyriskipanin, nr. 961 frá 15. juni 2013, kann lesast áKunngerðarportalinum. Hon avloysir kongaligu fyriskipan nr. 862 frá 30. november 1999
Fólkatingið samtykti 1. juni 2011 lóg um vísindasiðsemiliga viðgerð av heilsuvísindaligum granskingarverkætlanum. Føroyskir myndugleikar heittu á danskar myndugleikar um at seta lógina í gildi fyri Føroyar við teimum broytingum, sum vóru neyðugar í mun til føroysk viðurskifti. Uppskotið varð sent til hoyringar í Føroyum í januar 2013 og varð lagt fyri Løgtingið til viðgerðar 6. mars. 2013. Tað varð endaliga samtykt í Løgtinginum 6. mai 2013. Løgtingsviðgerðin og hoyringssskriv síggjasther
Vísindasiðseminevndin er nevnd undir Heilsumálaráðnum. Verandi nevnd situr til nýggj nevnd er vald av landstýrismanninum. Hetta arbeiðið er í gongd.
Gransking.fo hýsir heimasíðuni hjá Vísindasiðseminevndini. Les meira her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald