So hvørt sum landsliðsarbeiðið mennist og uppgávurnar økjast og koma í fasta og trygga legu, arbeiða Starvsnevndin og Menningar- og ??rvalsnevndin hjá HSF framhaldandi við at styrkja og menna ítróttarliga bygnaðin.
A-landsliðið hjá kvinnum
HSF hevur í dag sett Scott Harrington í starv sum høvuðsvenjara hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, og samstundis er Sigrun Mikkelsen sett í starv sum hjálparvenjari.
Scott Harrington, sum er 28 ár, er Bachelor í ítróttarvenjing og Master í Talentmenning og er nú í gongd við hægstu hondbóltsvenjaraútbúgvingina sum fæst.
Scott hevur seinastu mánaðarnar verði hjálparvenjari hjá Andreas F. Hansen, sum hevur havt ábyrgdina av kvinnulandsliðnum seinastu tvey árini.
Sigrun Mikkelsen, sum nú skal verða hjálparvenjari, var í mong ár ein av ímyndunum av vinnandi kvinnuliðnum hjá Neistanum. Seinnu árini hevur Sigrun í fleiri førum, sum venjari, verið kring kvinnuliðið hjá barndómsfelagnum við sera góðum úrslitum.
Scott og Sigrum gleða seg at fara undir uppgávuna at fyrireika kvinnurnar til EM undankappingina, sum verður í summar. Lutakastið verður í apríl.
Avtalan við Scott og Sigrun gongur fram til 2019. Tað fyrsta, sum er á skránni, er at gera eina yvirskipaða venjingarætlan og at samskifta við leikarar, venjarar og feløgini.
HSF fegnast um avtaluna við Scott og Sigrun og ynskir samstundis at takk Andreasi fyri hansara góða arbeiði við kvinnulandsliðnum farnu tvey árini.
U21 landsliðið hjá monnum
Herfyri boðaði Kári Nielsen HSF frá, at hann ikki ynskti at halda fram sum venjari hjá føroyska U21 landsliðnum, sum hann annars í januar, saman við Inga Olsen, førdi til HM endaspælið, sum verður í Algeria í summar.
HSF hevur tí gjørt avtalu við Sonni Larsen, sum tískil, saman við Inga Olsen, kemur at hava ábyrgd av U21 landsliðnum til HM í summar.
Sonni Larsen, sum er 30 ár, er diplomvenjari frá donsku elituhondbóltsvenjaraútbúgvingini og harumframt kandidatur i ítróttarsálarfrøði og mannlívvirkisfrøði.
Sonni og Ingi eru longu við treysti farin undir arbeiðið at fyrireika U21 landsliðið til HM, sum ivaleyst er størsta avbjóðing, sum føroyskur hondbóltur hevur havt higartil.
Samstundis sum HSF fegnast um avtalurnar við Sonni og Inga, ynskja vit at takka Kára Nielsen fyri hansara drúgva arbeiði fyri HSF. Kári er ein av ímyndunum av tí framburði, sum føroyskur hondbóltur hevur havt seinastu árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald