CHE-samgongan á veg til valdið aftur
Nýggjasta veljarakanningin, sum Gallup hevur gjørt fyri ting.fo vísir, at sitandi samgonga vildi mist stjórnarvaldið í Føroyum, um val var í dag.
Var val í dag, fekk samgongan seks færri tingfólk, enn hon hevur í dag. Hon hevði fingið 14 av 33 tingfólkum, skrivar ting.fo.
Sambandsflokkurin hevði mist 9 prosent av atkvøðunum, samanborið við valið fyri hálvum øðrum ári síðani. Tá fekk flokkurin 24,7 prosent av atkvøðunum. Um val hevði verið í dag hevði flokkurin fingið 15,7 prosent. Flokkurin hevði mist trý tingfólk í mun til valið, men fýra í mun til í dag, tí síðani valið hevur Gerhard Lognberg flutt frá Javnaðarflokkinum til Sambandsflokkin.
Stóri vinnarin í veljarakanningini er Javnaðarflokkurin, sum fer 7,4 prosentstig fram: ??r 17,8 til 25,1 prosent. Flokkurin fær átta tingfólk í kanningini, sum eru tvey meira enn við seinasta val, men trý meira enn flokkurin hevur í dag ??? tí Gerhard Lognberg skifti flokk.
Tjóðveldi hevur eisini framgongd, og fær átta tingfólk í kanningini. Tað eru tvey meira enn í dag. Tjóðveldi fær 4,7 prosent fleiri atkvøður.
Miðflokkurin fær eitt tingfólk afturat, so tey tilsamans verða trý í tinginum.
Fólkaflokkurin hevur afturgongd sambært veljarakanningini. Flokkurin fer 4,7 prosentstig aftur, og missir tvey tingfólk í mun til valið, men tríggjar í mun til støðuna í dag.
Framsókn fekk tvey tingfólk við seinasta val, men misti Janus Rein til Fólkaflokkin. Veljarakanningin gevur Framsókn eina lítla framgongd og harvið aftur tvey tingfólk.
Kanningin vísir harafturat, at Sjálvstýrisflokkurin varðveitir eitt tingfólk, skrivar portal.fo við keldu frá ting.fo.
Kelda og lesið meira:Ting.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald