Politikkur

Nýggj útstykking í Sandavági

...

2015-04-24 23:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vága kommuna:  Býráðið hevur samtykt at gera eina nýggja útstykking við Stóraklett í Sandavági.

Talan er um 15 grundstykkir.
Býrðaðið hevur gjørt smáar tillagingar í gomlu ætlanini. Hesar vera nú sendar Fiskimálaráðnum til góðkenningar.
Westtech eru næstan lidnir at projekterað arbeiðið. Teir skulu eisini standa fyri útbjóðingini og hava eftirlit við arbeiðinum.
Býráðið vónar at kunna byrja arbeiðið í summar.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder