
Í samstarv við Tórshavnar Sløkkilið hevur fyritøkan Alarm.fo ment nýggja tilkallingarskipan, ið ger, at tað bert tekur fá sekund at kalla inn manning.
Samskiftisfyritøkan Alarm.fo og Tórshavnar Sløkkilið hava gjørt eitt samstarv. Hetta samstarv snýr seg um at menna eina tilkalliskipan ið stundisliga kann kalla inn bjargingarlið v.m. Hendan skipan er í fyrstu atløgu serliga ætla teimum, sum í dag ikki hava bipparar, men annars fáa boð umvegis SMS ella uppringing.
Í dag hava kommunur skyldu at hava eina tilbúgvingarskipan. Partur av hesari skipan er ein mannagongd, at kalla fólk inn. Ymiskar skipanir eru til hetta í dag. Hesar nýta vanliga uppringing, bipparar og sms, og tað virkar vanliga væl. Tað eru tó fleiri ting, ið eru avmarkandi við hesum loysnum, og við tí tøkni vit hava í dag, ber til at skapa enn betri loysnir. Millum annað er gjørligt at síggja, at boðini eru lisin, samskifta og vátta at manning er á veg.
Alarm.fo hevur ment eina kunningar- og samskiftisskipan til tað føroyska samfelagið. Skipanin fevnir um eina app og eitt telduforrit. Loysnin til Tórshavnar Sløkkilið er ein víðarimenning av hesari skipan, har serligur dentur verður lagdur á skjótt tillkall um snildfonina. Skipanin hevur eisini verið víst fram í Íslandi, og har fylgja m.a. bjargingarfeløgini sera væl við, hvat hendir í Føroyum.
Kartni Jacobsen, sløkkiliðsstjóri, heldur at hetta verða eitt spennandi samstarv við nógvum møguleikum.
???Hetta fer at gera tað tryggari, einfaldari og ikki minst skjótari hjá sløkkiliðnum at kalla fólk inn í samband við eldsbrunar o.a. Samstundis vil ein slík skipan hjálpa okkum við at neyðsenda fólk og brandbilar skjótari enn áður.???
Skipanin er gjørd soleiðis, at hon kann tillagast til ein og hvønn stovn ella fyritøku, ið hevur tørv á stundisligari innkalling.
Torben Voss Nielsen, stovnari av Alarm.fo úttalar seg soleiðis.
???Fyri okkum, sum arbeiða við menning, er tað sera jaligt, at onki minnið enn brandstøðin vísur okkum tað álit, at vit, sum ein Føroysk fyritøka kunnu menna loysnir, ið eisini hava stóran áhuga uttanlanda.???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald