
Tíðindaskriv frá Føroya Tele, 3. juni 2019:
Í dag, 3. juni, læt nýggj Telebúð upp á flogvøllinum. Hetta er ein liður í at veita tænastu til vágafólk og tey mongu ferðafólkini, ið ferðast um Vága Floghavn.
Við árslok 2016 læt Føroya Tele eina avgreiðslu upp á flogvøllinum. Hetta varð gjørt í samstarvi við Visit Vágar, sum líka síðan hevur veitt tænastur fyri Føroya Tele. Í dag læt so nýggj Telebúð upp á flogvøllinum, og hon er í sama sniði sum allir hinir handlarnir kring landið.
Hans Jákup Langgaard, stjóri í FT Samskifti, frøist um nýggju Telebúðina.
???Vága Floghavn er í eini tilgongd at gera flogvøllin meira kundavinarligan, og hetta hóskar væl til okkum. Tað er týdningarmikið fyri okkum, at vit kunnu møta kundanum júst har, sum hann hevur tørv á okkum. Við nýggja handlinum lata vit eina Telebúð upp aftur í Vágum, og hon fer at koma vágafólkum og ferðafólkum til gagns???.
Føroya Tele hevur nú Telebúðir í Havn, Hoyvík, Klaksvík, Saltangará, á Tvøroyri og flogvøllinum, og soleiðs hevur nýggja Telebúðin opið:
· Mánadag-hósdag kl. 10:00-17:30
· Fríggjadag kl. 10:00-18:00
· Leygardag kl. 10:00-14:00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald