Annik Olsen spyr Eyðgunn Samuelsen:
1. Nær verður arbeiðið at orða nýggjan tænastupolitikk liðugt?
2. Nær kann væntast, at nýggja tænastulógin verður løgd fyri tingið?
Viðmerkingar
Fyri einum ári síðani setti undanfarni landsstýrismaðurin ein breitt umboðandi arbeiðsbólk til tess at orða ein tænastupolitikk, sum skuldi vera grundarlagið undir nýggjari tænastulóg til fólk við serligum avbjóðingum. Endamálið við arbeiðinum var at tryggja rættindi hjá borgarum við serligum avbjóðingum á best møguligan hátt. Arbeiðsbólkurin skuldi m.a. koma við tilmæli um námsfrøðiliga tilboðið, bæði á bústovnum og á verkstøðum, tilmæli um stuðulsskipanir, sum skuldu stimbra undir sjálvsavgerðarrætt borgarans, og tilmæli um, hvussu eitt dygdargott eftirlit sum heild kundi skipast á økinum.
Tænastulógin til fólk við serligum avbjóðginum er ein partur av forsorgarlógini. Forsorgarlógin, sum er grundarsteinurin undir okkara vælferðarskipan, er bæði gomul og ótíðarhóskandi. Arbeiðið við at dagføra og nútímansgera hesa aldargomlu lóggávu var tó komið væl ávegis. Nevnast kann, at nýggjar reglur eru gjørdar um hjálparráð, lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk er samtykt og sett í verk, og seinast lógin um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum varð gjørd í sambandi við, at kommunurnar hava yvirtikið hesar tænastur. Eftir vantar okkum m.a. at fáa greiðar og tíðarhóskandi lóggávu til borgarar við serligum avbjóðingum.
Arbeiðið við at orða ein nýggjan tænastupolitikk skuldi vera liðugt á ólavsøku 2015, og síðani skuldi nýggj óggáva leggjast fyri Løgtingið. Síðani er nýtt landsstýri sett, og nústiandi landsstyrismaðurin í almannamálum hevur boðað frá, at arbeiðið skuldi vera liðugt í februar 2016. Hetta orsakað av, at arbeiðsbólkurin varð biðin um eisini at taka atlit at endurvenjingarpartinum til borgarar við serligum avbjóðginum. Nú er komið út í april mánað, og enn er einki at frætta, hvussu gongst við hesum arbeiði. Tí verða hesir spurningar settir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald